Sonja Jógvansdóttir leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hon á Facebook leggur eftir landsstýriskvinnuni í almannamálum.
Bakgrundin er avgerðin hjá løgmanni at flyta nýyvirtikna málsøkið familjumál úr Heilsumálaráðnum, har tað hevur ligið síðani ólavsøku, yvir í Almannamálaráðið.
Sonja Jógvansdóttir undrast stórliga á avgerðina, tí hon heldur tað vera eyðsæð, at Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ikki megnar sínar arbeiðsuppgávur sum er. Tí er ikki skilagott at leggja størri byrðar á hana.
Uttanflokkatingkvinnan vil vera við, at í almannamálaráðnum liggur ein hópur av málum, sum liggja í beinleiðis órøkt, og nevnir millum annað spurningin um barnafátækradømi og býlisneyðina um landið.
Landsstýriskvinnan í almannamálum mengar ikki at fyrisita sítt málsdømi sum er, er boðskapurin hjá fyrrverandi javnaðarkvinnuni Sonju Jógvansdóttir, um landsstýriskvinnuna hjá Javnaðarflokkinum í almannamálum.
Løgtingskvinnan sigur seg vóna, at løgmaður broytir sína avgerð og letur familjurættin vera liggjandi í heilsumálaráðnum.
- Løgmaður hevur enn tíð at ógilda kunngerðina um málsøkjabýtið, og lata landsstýriskvinnuna (í heilsumálum, red.) sleppa at halda áfram við tí framúr góða arbeiðnum hon hevur gjørt á hesum økinum, sigur hon.