Sonja Jogvansdóttir boðar í kvøld frá, at hon ikki stillar upp aftur til komandi løgtingsval.
- Vit politikkarar fáa 4. hvørt ár møguleika at endurskoða og umhugsa okkara støðu, og eg havi brúkt seinastu tíðina at hugsa meg væl um, og eri komin til ta niðurstøðu, at eg ikki stilli upp aftur til løgtingið, nú val verður aftur, skrivar hon á facebooksíðu síni.
Hon sigur, at hon undanfarnu árini á politiska víðvøllinum hevur roynt at brúka tað vald, ein fær sum politikkari at gera okkurt fyri onnur.
- Sum við øllum, so hevur sumt eydnast væl, meðan annað hevur ikki fingið undirtøku í løgtinginum. Soleiðis eru spælireglarnar í politikki, og hevur tað verið bæði læruríkt og gevandi. Eg eri ómetaliga takksom fyri at hava fingið møguleika at verið í politikki.
Avgerðin um ikki at stilla upp er persónlig og av privatum orsøkum.
- Eg vil fegin hava meira tíð og orku til míni nærmastu, og gleði meg at fara til verka í fakfelagsrørsluni, sum er mítt næsta heim. Eg fari framvegis at stríðast fyri einum samfelag, har ongi børn liva í fátækradømi, har minnilutabólkar fáa javnbjóðis rættindi, har øll hava tak yvir høvdið, og at vit eru eitt samfelag fyri tey, sum allarmest hava brúk fyri tí. Tað verður bara ikki í løgtinginum.
Sonja Jógvansdóttir kom til seinasta løgtingsval inn fyri Javnaðarflokkin, men bleiv uttanflokkatingkvinna stutt aftaná, hon kom inn. Fyrr í ár gjørdist greitt, at hon ætlaði at stilla upp fyri Tjóðveldi, men nú verður hetta av ongum.