20 ára gamli føroyski miðvallarleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, sum seinata hálva árið hevur verið útleigaður frá FC Midtjylland til AC Horsens, fer nú aftur til FC Midtjylland. AC Horsens hevði møguleika at leiga hann til í summar, men avgerð er tikin um at senda hann heim nú.
- Vit hava verið nøgdir við samstarvið við Sonna Nattestad í heyst. Sonni spældi teir flestu dystirnar í miðverjuni, og í fleiri dystum hevur verjan riggað til UG, sigur stjórin, Henrik Ravn, við heimasíðuna hjá felagnum.
Sonni Ragnar Nattestad skeyt tvey mál í 13 dystum fyri AC Horsens. Stutt fyri jól atkvøddu áskoðararnir Sonna Ragnar at vera besti leikari fyrru helvt av kappingarárinum.