Tað er danska heimasíðan Vejle Amts Folkeblad, sum í dag ber søguna, at føroyski landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, enn ikki er møttur til venjing í danska felagnum Vejle eftir summarsteðgin, har hann tað seinasta hálva árið hevur spælt.
Heimasíðan skrivar, at meðan restina av hópinum hjá Vejle hevur fyrireikað seg til nýggja kappingarárið í eina tíð, so er Sonni Ragnar Nattestad framvegis ikki møttur til venjing í Vejle.
Hetta hóast Sonni Ragnar Nattestad framvegis hevur eitt hálvt ár eftir av leigu avtaluni við Vejle.
Sambært donsku heimasíðuni, er Sonni Ragnar burtur. Nakað sum hevur verið afturvendandi fyri føroyska landsliðsleikaran. Heimasíðan skrivar eisini, at tá Sonni Ragnar spældi við AC Horsens, var hann bæði burtur frá venjingum og dystum hjá AC Horsens, og at hetta var orsøkin til at AC Horsens valdi at uppsiga leigusáttmálan.
Ítróttarstjórin hjá Vejle Boldklub, Steen Thychosen, ynskir ikki at siga nógv um støðuna við Sonna Ragnar.
- Hann er ikki tøkur hjá okkum nú. Tá vit vita okkurt nýtt um Sonna Ragnar, melda vit út saman við FC Midtjylland, ið eigur føroyska leikaran.