Sonni Ragnar ikki longur í FC Fredericia

Venjarin hjá FC Fredericia váttar í dag, at samstarvið við Sonna Ragnar Nattestad er sagt upp, og at hann sostatt er leysur frá felagnum.

- Eg havi ikki verið góðtrúgvin við Sonna, tí eg visti 100%, hvat vit fingu í mun til hansara persónligheit, og tað kundu vit sum felag gott handfara, sigur Jonas Dal, venjari, sambært Fredericia Dagblad.

- Tað, sum kom óvart á meg, vóru skaðarnir og fysikkurin. Eg helt, at ein 24 ára gamal kundi verða klárur upp á eitt hálvt ár, men har fór eg skeivur.

Sonni Ragnar Nattestad kom til felagið í vetur sum avloysari fyri Manjrekar James, men tað gjørdist ikki til ta heilt stóru spælitíðina hjá Sonna Ragnari Nattestad, tí hann er einans skrásettur fyri átta dystir. Nógvir skaðar hava gjørt um seg, ið hava havt við sær, at Sonni Ragnar Nattestad ikki hevur verið í standi til at spæla.

Jonas Dal, ið eisini var hann, ið fekk Sonna Ragnar Nattestad til felagið, sigur, at hóast hann sá nakað í Sonna Ragnari, so hevur hann ikki kannað hann nóg gjølla frammanundan.