Sonni Ragnar og Dundalk vunnu seg víðari - møta Vitesse Arnhem

Sonni Ragnar Nattestad fær nógva spælitíð og góðar upplivingar í Evropa í hesum døgum

Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin í verjuni hjá írska liði sínum, Dundalk sum í kvøld vann seg víðari til triðja undanumfari í Europa Challenge League kappingini, har Vitesse Arnhem úr Niðurlondum verur mótstøðuliðið.

 

Dundalk vann í kvøld á útivølli 2-1 á Levadia Tallinn úr Estlandi, og harvið ein samlaðan 4-3 sigur. 

 

Levadia legði seg annars á odda tá 17 minuttir vóru farnir av dystinum, men beint undan steðginum javnaði David McMillan fyri Dundalk.

 

Sigursmálið hjá Dundalk kom í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Stóra hetjan hjá írska liðnum gjørdist William Patching, ið skoraði sigursmálið í 92. minutti.

 

Hetta er annað árið á rað, at Sonni Ragnar Nattestad er við til at senda Levadia Tallinn úr evropeiskari kapping við einum 4-3 sigri. Í fjør var tað við B36 í Europa League undankappingini.

 

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, ið tapti greitt 1-4 fyri Rosenborg á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi í Noregi. Talan gjørdist um ein samlaðan 6-1 sigur til Rosenborg.

 

Hvørki Kaj Leo í Bartalsstovu ella Magnus Egilsson fingu nakra spælitíð tá Valur aftur tapti 0-3, og harvið samlað 0-6 fyri Bodø/Glimt.

 

Stóra íslendska søgan í kvøld er Breiðablik, ið vann 2-1 á Austria Wien. Við einum samlaðum 3-2 sigri er Breiðablik víðari, og skulu teir í Breiðablik møta Aberdeen í triðja undanumfarinum.