Sonni Ragnar smurdur av

AC Horsens bleiv sparkað út úr donsku steypakappingini við 7-0 tapi á heimavølli

Føroyski landsliðsmiðverjin, tann 20 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad, fekk av álvara oyrini í maskinuna, tá AC Horsens í kvøld spældi móti Esbjerg í triðja umfari í donsku steypakappingini.

 

Superliga liðið, Esbjerg, vann nevnliga ikki minni enn 7-0. Esbjerg stillaði eisini við sterkasta liðið og spældi við fullari ferð, hóast dysturin var vunnin í seinna hálvleiki. Støðan í hálvleikinum var 2-0. Sonni Ragnar spældi allan dystin.

 

Í gjár vann Silkeborg, sum hevur Ára M. Jónsson í hópinum, 4-0 á Rødovre. Ári spældi ikki við. Hann hevur havt trupulleikar við skaðum í seinastuni.

Seinni í kvøld spælir Christian L. Holst og Fremad Amager móti Brøndby IF. Meiri um tann dystin seinni.