Tá sendingin "Danmark har Talent" hjá danska TV2 í kvøld fór í luftina, var føroyski countrysangarin Sonny Poulsen á palli.
Sonny Poulsen er í Føroyum mest kendur frá tíðini sum limur í føroyska bólkinum Springs í áttatiárunum. Tá Sonny var hálvvaksin smádrongur flutti familjan til Hirtshals. Sum unglingi kom Sonny aftur til Føroya, og kom við i bólkin Springs.
Síðani hann flutti aftur til Danmarkar í 1990, hevur Sonny fingist nógv við country, og í 2015 vitjaði Sonny Poulsen í Føroyum sum partur av danska bólkinum Jambalaya, sum spældi á Countryfestivalinum í Sørvági.
Sonny Poulsen fekk í kvøld í fyrstu syftu "ja" frá dómarunum, men tá dómararnir seinni skuldu velja, hvør skuldi við til live-framførslurnar, kom Sonny ikki við.
Sonny Poulsen er sum solistur javnan við, tá countryfestivalar eru í Danmark, og spælir annars javnan til ymisk høvi.
##med2##
Springs gav í 1989 fløgu út.