Sonur Scholes er autist

Paul Scholes er ein av bestu fótbóltsleikarum, Ongland hevur fostrað, og í einari tíð av superstjørnum hevur hann eisini verið ein av teimum mest privatu.

Nú sigur hann frá í ævisøgu síni, »My Story«, um lív sítt.

36 ára gamla Manchester United og Ongland stjørnan gavst við fótbólti í ár, og í bókini sigur hann frá teirri styrki, sum familja hansara hevur givið honum, og tann stuðul sonur hansara, seks ára gamli Aiden, ið er autist, hevur fingið.

Scholes og konan, Claire, eiga trý børn, Arron, ið er 12, Alicia, 10 og so Aiden.

Í bókini sigur Paul Scholes:

»Eg vil nýta orðini hjá Sir Bobby Charlton í einum sjónvarpsdokumentari um lív hansara. Hann segði: I’ve been a lucky, lucky lad. Tað sigur alt um meg eisini«.

Tað skrivar enska blaðið The Sun.