Sorgarleikir av skilaleysari koyring

? At síggja ein pápa fella grátandi niður yvir sítt doyggjandi barn - dripið av skilaleysari koyring, er ein partur av arbeiðinum hjá teimum, sum koyra sjúkrabil

? Tað er ógvuliga rørandi at síggja eitt barn doyggja av skilaleysari koyring.

Hetta sigur Hans Pauli Larsen, sum er portørur á Landssjúkrahúsinum.

Á skeiðnum, sum Ferðslutrygd heldur fyri næmingum í miðnámsskúlunum, greiddi hann mikudagin m. a. frá hendingum, sum ambulansufólkið kann koma út fyri.

? Hetta var ein vanligur dagur, vit høvdu vakt í Eysturoynni. Vit fingu boðini um, at ein smádrongur var yvirkoyrdur. Vit fingu eisini at vita, at talan var um eina álvarsom ferðsluvanlukku, og vit skundaðu okkum tí avstað - tí sum portørur hevur tú altíð í baktankanum, at steðga vanlukkuni.

Tá vit komu á staðið, var nógv fólk komið til, og tey høvdu fingið drongin inn í eini hús. Tá vit komu innum sóu vit, at ein ungur drongur sat og græt niður á eitt borð, men vit góvu okkum okkum ikki víðari far um tað tá, tí vit skuldu bjarga tí skadda, greiðir Hans Pauli Larsen frá.

Smádrongurin, sum var um sjey ára aldur, lá á gólvinum. Hann andaði, men hevði títtan, veikan puls - var bleikur, og tað bendi á, at hann hevur eina innvortis bløðing.

? Nú var bert eitt at gera - at skunda okkum alt vit kundu á Landssjúkrahúsið, tí vit kunnu als einki gera við eina innvortis bløðing. Er talan hinvegin um eina uttari bløðing, kunnu vit sjálvandi steðga henni.

Vit so avstað til Havnar við dronginum, og pápin kemur við okkum. Sum vit koyra suðureftir versnar støðan, og hon gerst alt meira kritisk. Vit fáa tí boð á Landssjúkrahúsið um at hava alt til reiðar, læknar, narkosu og annað, ið skal til í slíkum føri.

Hans Pauli Larsen situr sjálvur aftanfyri við dreinginum og hevur tað sera svárt, tí hann fær einki gjørt. Støðan gerst so ring, at drongurin doyr.

? At síggja pápan fella grátandi niður yvir deyða sonin, tað var ein ógvuliga tung sjón, sigur Hans Pauli Larsen. ? Og hetta fær hann at hugsa um, hvussu lítið skal til fyri at gera so stóran skaða. Drongurin, sum koyrdi, sá kanska at børn spældu á vegnum, men hann gav sær ikki far um tað, og koyrdi kortini við nógvari ferð gjøgnum eina barnarúgvu - men ólukkan var úti, og henda skilaleysa koyringin kostaði eitt mannalív. Drongurin skal liva við hesum restina av lívinum, og ein familja misti ein høgt elskaðan son - tað virðismiklasta, vit eiga fór fyri skeyti - eitt mannalív.

Tá sjúkrabilurin kom til Havnar, kundu læknarnir bert staðfesta, at drongurin var deyður.