Øll, ið hava sett síni bein á eini veruligari írskari pub, vita, at her kanst tú hitta heimsins fittastu, stuttligastu og løgnastu menniskju. Sum fólkaligur gestur mást tú tó lata tær lynda bert at eygleiða sjarmerandi typurnar og gita teg til, hvør goymir seg aftanfyri vinarligu smílini, morreyðu søgurnar, syngjandi røddirnar og skál-rópini.
Lívið í pubbini
Ikki so løgi, at tað var í hesum umhvørvinum, at írski høvundurin Sharon Owens fekk hugskotið til bókina ”Pubben på Maple Street”, ið er 3. bindið í hennara vælumtókta Belfast tríverki, ið júst er umsett til danskt. Saman við henni sleppur lesarin at vera við, meðan eitt sera undirhaldandi gallarí av sorgblíðum lagnum ferðast inn og út úr lívinum hjá hvørjum øðrum og pubbini á Maple Street.
Í miðdeplinum av hendingum stendur parið Lily og Jack Beaumont, ið framvegis eru líka forelskaði eftir 20 ára hjúnarlag. Øll hesi árini hava tey rikið og hjúklað um sína hugnaligu, viktoriansku pubb á Maple Street í einum av gomlu býarpørtunum í norðurírska høvuðsstaðnum Belfast. Her sita teir tríggir gomlu gubbarnir, Barney, Joey og Francy, ið flýggja frá einseminum við at brúka pubbina sum teirra heim, rithøvundurin Liam, ið roynir at loysa sína skriviblokering upp í whiskey og kona hansara, sum bíðar eftir, at hann skal skriva ein metseljara, so hon kann fáa enn eina plastiska skurðviðgerð. Fyri bert at nevna nakrar av føstu gestunum á pubbini.
Friðurin órógvaður
Sjálvandi slepst ikki undan, at friðurin á Maple Street brádliga ein dagin verður órógvaður. Uttan at nakar veit av nøkrum, kunngerð stóri byggiharrin í býnum eina stórfingað ætlan um at gera hálvkeðiligu Maple Street til eina stásiliga handilsgøtu. Jack og Lily vita, at hetta verður endin á teirra lívsverki og ein vanlukka fyri sterka samanhaldið millum fólkið á gøtuni.
Lily kastar tískil alla sína orku í eina bjargingarætlan við at seta í starv fýra vakrar og eiggiligar kvinnuligar barvørðar og tveir sexutar sangarar, í eini vón um, at gamla pubbin fer at hóska betri inn í tjekkaða stílin hjá byggiharranum. Bjargingarliðið vísir seg tó skjótt at vera sett saman av minst líka løgnum og kiksaðum sniglum, sum vanliga halda til í pubbini.
Sum lesarin ivaleyst hevur gitt, er bókin sera undirhaldandi. Serliga løturnar við bjarginarroyndini minna ikki sørt um sera skemtiliga filmin ”The Full Monty”, har seks arbeiðsleysir stálarbeiðarar í Sheffield byrja at strippa fyri at tjena sær nøkur oyru. Tað er eisini her í royndini at bjarga pubbini, at rithøvundurin letur sínar persónar traðka í karakter og vísir sína styrki sum menniskjalýsari við óvanliga góðum hegni at fáa fram persónlig sereyðkenni.
Skýli
Tað tykist kanska nakað løgi, at ófriðurin í Norður Írlandi og serliga í Belfast stórt sæð ikki spælir nakran leiklut í hvørki hesi ella hinum báðum bókunum, ”Tehuset på Mulberry Street” og ”Dansesalen på Magnolia Street”, í Belfast tríverkinum. Orsøkin er uttan iva, at hesi savningarstøðini skulu virka sum skýli, ið vísir, at sjálvt í mest krígsherjaðu umstøðum royna menniskju at liva teirra vanligu menniskjaligu lív. Tehúsið, Dansistovan og Pubbin gerast samstundis einasta fasta haldpunktið, tá alt annað tyksit at standa fyri hóttafalli, við tað at tey eru karmur um nøkur ævigt galdandi virði. Tí var fyrsta bókin til dømis í uppskoti sum ársins kærleiksskaldsøga í Bretlandi 2006. Ein slík lesing fær Belfast tríverkið at ljóða heldur klisjékent. Men at bólka tær undir lættisoppa, sum fleiri hava gjørt, meti eg ikki vera heilt rætt. Víst er strukturin í so siðbundin og lættur at spáa um, men lýsingarnar av huglagnum og umhvørvinum eru so livandi, at tú smakkar matin hesi sorgblíðu menniskju eta og hoyrir teirra røddir fyri tær. Belfast tríverkið hevur ongar ambitiónir um at vera skaldskapur á høgum støði. Hevur tú hinvegin brúk fyri at kobla frá og hugna tær í góðum selskapi, so krúp inn undir teppi og síðurnar á ”Pubben på Maple Street” ella eina av hinum báðum bókunum, tí tær kunnu saktans lesast hvør sær.
Sharon Owens, Belfast trilogiin: Tehuset på Mulberry Street, Dansesalen på Magnolia Street og Pubben på Maple Street, Schultz, 2007