Sorgin yvir mista sexlívið

? Tá sjúka skaðar sexlívið, er tað ein stór sorg, tí onki kann í veruleikanum setast í staðin. Tann sjúki hevur tað sjálvandi trupult, men støðan hjá tí fríska í parlagnum er ofta svárari. Hana hoyra vit bara ongantíð um, sigur 39 ára gamla Bina, sum tí hevur valt at siga søguna um, hvussu tað kendist, tá maður hennara gjørdist impotentur

? Tá maður mín fekk ein blóðtøpp og ikki longur kundi gjøgnumføra samlegu sum vanligt, kendist tað sum, at nakað ómetaliga virðismikið og vakurt millum okkum bæði kalt og náðileyst varð rykt frá okkum. Tað eru fleiri ár síðani nú, men okkara ónøktandi sexlív nívir okkum sum ein djúp sorg - ein sorg yvir at hetta skuldi raka júst okkum og at okkara hjúnarband ongantíð verður tað sama aftur, greiðir 39 ára gamla Bina frá.
Øll hesi árini hevur hon roynt at skúgvað sínar kenslur til viks, tí tær onkusvegna tóktust forbodnar og ómetaliga truplar at seta orð á. Nú, hon kortini velur at siga sína søgu, vónar hon, at hetta kann vera ein lítil hjálp hjá øðrum í somu støðu, tí sum hon sigur
- Tað ringasta er kanska kenslan av at vera púra einsamallur og ongan kunna tosa við um hesar trupulleikarnar
Sexlívið var ein gáva
Bina fær eitt droymandi útrykk í eyguni, meðan hon fortelur um fyrstu tíðina, eftir at hon og Mikkjal høvdu hitt hvønn annan - ein tíð, sum næstan tóktist óverulig og ov góð til at vera sonn. Tey vóru ung og glað, og tað kendist, sum lá allur heimurin opin og bara bíðaði eftir teimum báðum. Tey blivu gift, bygdu sær hús, og skjótt var fyrsta barnið á veg.
? Eg dugi sjálvandi ikki at siga, um okkara sexlív var so nógv øðrvísi, enn hjá øðrum. Men fyri okkum bæði var tað ein ótrúliga stór gáva, og hvørgin av okkum kundi ynskt sær tað betri. Sjálv kendi eg meg borna á lógvum, tí hann hugsaði altíð fyrst um meg, og hvat mær dámdi best. Og fyri meg var tað bara náturligt at geva honum alt, eg hevði í mær.
Bina hevur ongantíð ivast í, at kærleikin millum hana og mannin var serliga sterkur. Men í dag er hon sannførd um, at hetta ikki minst var sexlívinum fyri at takka, og at løturnar teirra millum í songini góvu hjúnabandinum ein eymleika og nærleika, sum tey ikki rættiliga hava dugað at endurskapa aftur.
? Tað er ikki tað, at vit ganga og skeldast ella brigsla hvørjum øðrum nakað. Men sum frá leið uppstóð ofta ein misstemningur millum okkum, sum fyrr hvarv, sum døgg fyri sól, bara við einum eggjandi smíli, sum vísti, hvat vit bæði høvdu bestan hug til beint nú. Tað, sum fyrr var eitt lívsjáttandi og spontant spæl, er vorðið eitt baks, vit oftast helst vilja vera fyri uttan.
Fingu onki at vita
Hóast Mikkjal gjørdist sjúkur frá einum degi til annan, komu seksuellu trupulleikarnir ikki fyrr enn nakað seinni. Í allar aðrar kom Mikkjal skjótt fyri seg aftur, men spakuliga gjørdist tað greitt, at hann ikki kundi gjøgnumføra samlegu sum vanligt, tí standingurin ikki helt sær nóg leingi. Í byrjanini tóku tey tað ikki so tungt, og gingu út frá, at trupulleikin mundi fara at hvørva av sær sjálvum. Tá støðan kortini var óbroytt eftir nøkrum vikum, setti Bina sína vón til fyrstu samrøðuna, tey skuldu hava við læknan, eftir at Mikkjal var komin heim av sjúkrahúsinum. Hon var tá púra vís í, at læknin fór at greiða teimum frá, hvørjar avleiðingar sjúkan kundi hava, og kundi svara teimum spurningum, sum bylgdust innan í henni.
Men samrøðan við læknan var eitt so stórt vónbrot, at Bina illa dugir at seta orð á tað. Mikkjal bleiv kannaður fyri ymiskt av tí mest vanliga, og tað var so tað. Tað var heilt týðiligt, at læknin ikki hevði ætlað sær at brúka meir tíð uppá hetta, enn hægst neyðugt.
? Tað kendist sum at fáa vátan vøtt, tí tað var, sum var eg als ikki til staðar, minnist Bina við einum beiskum smíli.
Fyri Binu upplivdist støðan so køld og kynisk, at tað var óhugsandi at taka seg saman til at spyrja um okkurt av tí, hon hevði uppá hjarta. Seinni fann hon av sínum eintingum út av, at manglandi potensur kundi vera eitt av hjáárinunum av heiliváginum, sum maður hennara má taka restina av lívinum. Men heldur ikki hetta, hevði nakar sagt teimum.
Forbodna ónøgdin
Bina og Mikkjal tosaðu heldur ikki nógv saman um støðuna í tíðini, sum kom. Hvørgin av teimum dugdi at seta orð á sínar kenslur, og óttin fyri at særa Mikkjal fekk Binu at aftra seg við at byrja at tosa um tað. Eisini heldur Bina nú, at hon ótilvitað royndi at skúgva hetta til viks, tí hon ikki rættiliga vildi síggja í eyguni, at støðan møguliga ongantíð fór at verða øðrvísi.
? Í dag er tað soleiðis, at tá tað eydnast Mikkjali at gjøgnumføra eina samlegu, er tað yvirstaðið so skjótt, at eg onki fái burturúr tí. Eg veit, hvussu nógv tað pínir hann, tí tað hevur jú altíð verið ótrúliga umráðandi fyri hann, at nøkta mín tørv minst líka nógv, sum sín egna. Eg fái bara so lítið gjørt fyri at hjálpa honum - uttan at fjala mína ónøgd sum frægast, men tað er ikki altíð, tað eydnast líka væl.
Bina sær hugsunarsom út, meðan hon leggur afturat, at tað ringasta við hesum kenslunum er kanska, at tær seta hana í eina moralska tvístøðu, hon illa kennir seg sjálva aftur í.
? Eg veit væl, at hetta ljóðar ótrúliga egoistiskt, men eg kann veruliga blíva so frustrerað, at eg havi hug at spyrja: Hví skal eg leggja kropp til, at hann fær orgasmu, tá eg als onki fái burturúr tí sjálv?, sigur Bina og viðgongur alt fyri eitt, hvussu nógv hon skammast bara við at hugsa slíkar tankar.
Onkusvegna kennir Bina tað sum, at hennara ónøgd er forboðin. Sjálv er hon kristin og hevur altíð roynt eftir førimuni at verið nakað fyri onnur og sett seg sjálva til viks, tá støðan kravdi tað.
? At seta sín egna tørv so frammarlaga er jú ikki í tráð við Guds orð, men hinvegin - sami Gud hevur eisini skapt mín seksuella tørv, og tað var eisini hann, sum gav mær og manninum ta dýrabæru gávu, vit áttu saman. Tí royni eg at siga við meg sjálva, at eg onki havi at skammast yvir, men tað er ikki so lætt, sigur Bina.
Forholdið viknað
Bina hevur ofta hugsað, tað hevði verið nógv lættari at vant seg við at verið einsamøll, enn við at vera sex fyri uttan í so stóran mun, sum nú. Og hon fjalir heldur ikki út yvir, at maður hennara meir enn einaferð hevur sagt, at tað nokk var fræg-ari, um hann var deyður av blóðtøppinum.
? Hugurin til sex hvørvur jú ikki, fyri tað um evnini vikna. Mikkjal verður framvegis østur seksuelt av mær, og eg av honum, men spenningurin kennist ofta sum eitt haft um beinini, tí vit vita, at hann ikki kann hava tað við sær, vit bæði tráa eftir. Úrslitið er, at eg ofta lati vera við at geva honum ein muss ella eitt klemm, tí eg eri bangin fyri, at hann so fær hug til sex. Tað er ikki tað, at eg ikki vil, men eg orki snøgt sagt ikki. Hann aftrar seg kanska eisini við at geva mær ein muss, tá hann kortini ikki kann nøkta mín seksuella tørv. Og bæði ganga vit so hvør í sínum lagi og undrast yvir, hví hin tykist so kaldur fyri tíðina.
Bina er ikki longur so vís í, at sjúka ella sorg ofta gera eitt sterkt parlag enn sterkari, sum vit annars ofta siga. Í teirra føri kennist tað, sum at ein liður í nærleikanum teirra millum er viknaður so nógv, at vandin fyri, at okkurt fremmant kann koma inn um, ofta er stórur.
? Eg hugsi ofta um, hvat hevði hent, um Mikkjal til dømis hitti eina kvinnu, hann veruliga kundi tosað við um hetta. Hvat nú, um tey bæði vórðu drigin at hvørjum øðrum? Hon hevði kanska nógv lættari kunna góðtikið støðuna, tí hon hevur jú ikki kent hann uppá nakran annan máta. Ella hvat við mær sjálvari, um eg hitti onkran annan? sigur Bina, men vil helst ikki hugsa tankan lidnan.
Minnini og sorgin
At Bina og Mikkjal framvegis eru saman, er fyri Binu bert eitt prógv um, hvussu sterkt teirra hjúnarband var, áðrenn alt hetta hendi og broytti so nógv. Var tað ikki tað, ivast hon stórliga í, um hjúnarbandið hevði yvirlivað ein so sváran stoyt. Hon leggur afturat, at fyri at hon og maðurin yvirhøvur kunnu hava eitt slag av sexlívi saman, má hon vera ótrúliga tolin, hjálpa sum frægast, ikki vísa sína ónøgd og samstundis góðtaka, at hon og maðurin ongantíð aftur fáa eitt vanligt sexlív, so leingi, tey bæði eru saman, hóast bæði eru í bestu árum.
? Slíkt krevur ótrúliga nógv sálarliga av einum menniskja. Fyri Mikkjal kann støðan í grundini ikki verða so nógv øðrvísi, men eg kann jú gott fáa eitt gott sexlív aftur saman við einum øðrum manni. Men tað vil eg jú ikki, sigur Bina, sum heldur, at støðan hjá tí fríska í eini støðu, sum hesari, alt ov sjáldan verður lýst.
? Tá tað endiliga hendir, verður trupulleikin eftir mínum tykki sum oftast lítiðsgjørdur og pakkaður inn í oyrafallandi orðingar, sum skáka sær undan at koma inn á veruliga trupulleikan. Tá ein kvinna í greinini "Tá sjúka hóttir sexlívið" sigur, at "Kærleikin situr ikki millum beinini", sigur hon bara ein part av sann-leikanum, tí sexlívið er jú ein partur av kærleikanum millum mann og kvinnu. At siga nakað annað er at káva út yvir veru-leikan. Tú kanst saktans hava sex uttan kærleika, men fyri meg er eitt kærleiksforhold uttan sex tómt og einsligt - ja næstan meiningsleyst. Og minnini um, hvussu tað einaferð var, gera bara sorgina enn tyngri at bera, sigur Bina at enda.
????
Søgan hjá Binu

Bina vendi sær til okkum við síni søgu eftir at hava lisið greinina "Tá sjúka hóttir sexlívið", sum stóð í blaðnum herfyri. Fyri Binu var tað eitt stórt vónbrot, at greinin als ikki nam við støðuna hjá tí fríska í parlagnum, sum ofta er svárari, enn tey flestu geva sær far um. Eisini valdi Bina at siga sína søgu fyri at gera vart við, at tey ymsu hjálpartólini, sum finnast fyri at bøta um skerda sexlívið, ikki eru nøkur loysn í sær sjálvum. Tí heldur hon, at tað eigur at koma fram, at uttan tol og kærleika frá tí fríska, er tann sjúki í veruleikanum sleptur uppá fjall.