”Sosiali profilur Fólkafloksins”

Aðrir flokkar hava í nógv ár roynt at takað sær “patent” uppá alt almanna- og heilsuøkið. Veruleikin er tó ein heilt annar. Borgarligu flokkarnir hava í líka so nógv ár havt politiskar málsetningar á almanna- og heilsuøkinum.

Eg haldi, at tíðin er komin til at Fólkaflokkurin setir seg við róðrið á almanna- og heilsuøkinum. Tí bjóðið eg meg fram sum løgtingsvalevni, til tess at fólkaflokksveljarar fáa møguleikan at fáa ávirkan á almanna- og heilsumálini.
Tí júst á hesum økinum, sum fyllir yvir helvtina av útreiðslunum á fíggjarlógini, eru møguleikarnir og tørvurin at fremja broytingar stórur. Ikki fyri at lækkað tænastustøði, men at gera tað einfaldari og betur. Tí mest avgerðandi fortreytin fyri aftur at skapa vøkstur, er trivnaðurin fyri fólkið her býr, sum uttan samanbering er FØROYA TÝDNINGARMESTA TILFEINGI.
Verið eg vald í løgtingið, havi eg sett mær sum mál, at Fólkaflokkurin arbeiðir fyri eitt nú hesum málum á trivnaðarøkinum, fyri at nevna nøkur av hjartamálum mínum:
At fáa eina einfaldari og betri forsorgarlóg
At børn við serligum tørvi fáa munandi betri tænastur og møguleikar
At bøta um livikorini og møguleikarnar hjá støkum uppihaldaranum
At fólk við skerdum førleika fáa betri arbeiðs- og inntøkumøguleikar
At menna eina tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð í tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, restina av heilsuverkinum og serviðgerðina uttanlands.
At seta í verk krabbameinsætlanina
At stuðla uppundir fjølbroytni í fyribyrgjandi tænastum til eldri, við at betra um heimahjálp, mattænastur, dagtilhald, umlætting, venjingarmøguleikar og vitjunartænastur.
At miðnámsnæmingar fáa lestrarstuðul
Samlaða valskrá Fólkafloksins fyri m.a. trivnaðarøkið, heilsuøkið, ungdómsøkið og eldraøkið sæst annars á HYPERLINK "http://folkaflokkurin.fo/xa.asp?fnk=grn&bnr=2&unr=6"http://folkaflokkurin.fo/xa.asp?fnk=grn&bnr=2&unr=6