Sosialurin eigur at kenna mørk

Hevur Sosialurin heitt á CJJ um at ummæla bók­ina »Burtur«, ella hevur høvundurin gjørt tað av sínum eintingum? Hetta er ein spurningur sum eg vóni at redaktiónin á Sosialinum svarar mær.

Ólavur í Beiti

Er tað veruliga so, at Sosialurin hevur bið­ið CJJ ummæla eina bók, so eri eg stórliga skuff­aður av hesum blað, tí so hevur blaðið – væl vitandi – biðið um at fáa ummæli á slíkum støði! Nú hevur Hanus Kamban skriv­að sína meting av hes­um slagi av ummæli og grundgevur fyri, hví hesin meiaristurin skriv­ar soleiðis, so tað er óneyðugt hjá mær upp­aftur at siga mína met­ing! Hana havi eg eisini skrivað um í við­merkingini sum fyrst stóð í Oyggjatíðindum tann 20. desember undir yvirskriftini: Meiarí-fil­o­soff­urin.
Vit skrivandi hava ikki brúk fyri hesum slagi av um­mæl­u­m, og eg hugsi at red­ak­ti­ónin á Sosialinum eig­ur at rætta sovorðin “um­mæli” til at vera les­ar­a­brøv! Eg havi gjørt mítt kanningararbeiði og spurt eitt starvsfólk á Sosialinum, um blaðið hevur heitt á henda mei­ar­istin at ummæla, men viðkomandi dugdi ikki greitt at svara, men helt at CJJ hevði sent tað inn av sínum eintingum!
Er tað so, so kunnu vit rættiliga staðfesta, at maðurin er ikki rætt­sikt­aður! So er hann uppaftur verri statt enn eg skrivi um í míni viðmerking: Meiarí-filosoffurin! Men Sos­i­alurin hevur eisini eina ábyrgd at rætta sovorðin “ummæli” - at flyta tey yvir til lesarabrøvini!
Nú vóni eg at góði vinurin og á­byrgd­ar­blað­stjór­in á Sosialinum, Jan M?ller, tekur sær stundir at svara hesum spurningi: Hev­ur Sosialurin heitt á Carl Jóhan Jensen um at ummæla bókina Burtur?

Viðmerking:
Sosialurin roynir eftir før­i­muni at fáa fólk at um­mæla tær mongu bøk­ur, sum verða givnar út. Mil­lum hesar mongu um­­mæl­­arar er eisini Carl Jo­han Jensen.

Jan Müller, blaðstjóri