Sosialurin enn eitt útgávumet

Við 250 útgávum í ár hevur Sosialurin aftur sett føroyskt útgávumet

Blaðið tygum sita við í dag er 250. blaðið, sum Sosialurin gevur út í ár ? og harvið skriva vit føroyska blaðsøgu, tí higartil hevur einki føroyst blað megnað at komið so ofta á gøtuna.

Tað var tann 13. mars 1990, at sosialurin fór undir fimmdaga útgávuna. Fyri ta tíð kom blaðið út tríggjar ferðir um vikuna.

Tað var í sjeytiárunum, at Sosialurin rættuliga fór at menna seg sum tíðindablað, og við nýggju blaðhúsunum á Argjum í 1982 bar til at geva blaðið út tríggjar ferðir um vikuna, týsdag, hósdag og leygardag.

Í 1989 var blaðframleiðslan so smátt løgd yvir á teldur. Blaðfólkini settu nú sín egna tekst, og lætti hetta væl um hjá teknisku deildini.

Tá kreppan fór at raka bløðini fyrst í nítiárunum, gjørdust lýsingarnar færri og harvið eisini úrtøkan minni. Tí mátti finnast upp á onnur ráð.

? Neyð lærir nakna konu at spinna, sigur Jan Müller, sum eisini tá var ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum.

? Eitt tíðindablað fær ikki røkt sínar skyldur, um tað ikki er á gøtuni hvønn dag, og tí gjørdu vit av at loypa út í avbjóðingina, sum tað var at gera blaðið út fimm ferðir um vikuna, sigur hann.

Men síðani Sosialurin gjørdi fyrstu íløguna í teldurnar, er nógv broytt á teknsika økinum.

Tær teldurnar, sum tá vóru keyptar, eru veruligir fornlutir í dag, og teldur, sum klára fleiri hundrað ferðir so stórar uppgávur, eru fingnar til vega - umenn prísurin á teimum í dag er munandi lægri, enn prísurin á fyrstu teldunum.

Í 1997 - tá føroyingar vórðu knýttir upp í interneti, gjørdi Sosialurin eisini av at royna seg á tí økinum. Síðani 4. september 1997 hava fólk kring allan heimin havt møguleika at lisið tað, sum stendur í Sosialinum á internetinum.

Í dátabásini hjá Sosialinum á internetinum finnast um 18.000 greinar. Tann, ið hevur atgongd til Internet-Sosialin, kann leita frítt í øllum hesum tekstinum.


Árligu útgávurnar av Sosialinum síðani 1990:


1990210

1991239

1992247

1993248

1994249

1995249

1996248

1997246

1998246

1999250