Avrikini seinasta árið geva boð um, at vit skjótt kunnu fáa ein ella fleiri kendar tónleikarar og bólkar uttanlands. Teitur Lassen, Týr, Clickhaze, Brandur Enni, Pætur við Keldu, Eivør Pálsdóttir og onnur hava gjørt vart við seg, og tá ið hendan Prix-kappingin er farin aftur um, hava vit ivaleyst onnur spennandi nøvn at bjóða fram.
Prix Føroyar eigur lut í menningini. Vit hava í fleiri ártíggjund havt góðar tónleikarar og tónleikabólkar, men við Prix Føroyum eru føroyskir bólkar í enn størri mát enn áður farnir at spæla egið tilfar og at royna veingirnar við yrkingum og løgum hjá sær sjálvum.
Vit hava havt nøvn sum Kára P., Faroe Boys, Tey á Kamarinum, Straight Ahead, Absurdy Fair, Vestmenn, Frændur og nógv, nógv onnur, sum hava spælt sangir hjá sær sjálvum, og allir hesir mongu tónleikarar eiga sín lut í, at føroyskt tónleikalív hevur ment seg gjøgnum seinastu 40 árini. Tey hava kveikt, undirhildið, glett og hugtikið føroyingar. Tey hava saman við øðrum lagt lunnar undir tað tónleikalív, sum vit hava í landinum í dag. Og nú kunnu vit rættiliga fegnast um, at útlandið meira enn áður hevur vent eyguni ímóti føroyskum tónleiki. Møguleikarnir eru har, og vit eiga sum tjóð at fegnast um, at tað gongur okkara tónleikarum væl bæði heima og úti.
Sosialurin hevur altíð tikið føroyskt mentanarlív í størsta álvara, og vit hava eisini gjørt nógv burtur úr tónleiki í blaðnum seinastu mongu árini. Vit hava dugnalig blaðfólk, sum hava gott innlit í tónleikalívið, og vit hava lagt doyðin á at bera tíðindi, ummæla og umrøða føroyskan tónleik. Sosialurin hevur eisini verið við í útgávunum av føroysku tónleikaárbókunum.
Tí er tað sjálvsagt, at Sosialurin verður við í fremstu røð, nú fimta Prix Føroyar tónleikakappingin fer av bakkastokki. Vit fara at gera meira burtur úr kappingini enn nakrantíð áður, og tit skulu verða vís í, at tit fáa øll tey týðandi tíðindini, umrøðurnar, ummælini og samrøðurnar frá okkum.
Okkara blaðfólk og myndafólk fara at kýta seg fyri at geva tykkum gott innlit í kappingina, og vit seta neyðugt pláss av í blaðnum, so tit kunnu uppliva kappingina bæði í orðum og myndum.
Vælkomin til Prix Føroyar í Sosialinum.
Jan Müller,
ábyrgdarblaðstjóri