Í dag eru 88 ár síðani, at Sosialurin kom út á fyrsta sinni – og er blaðið einasta føroyska blað, sum er komið út regluliga síðani byrjan.
Sosialurin var tað triða blaðið av teimum, sum vit kendu úr farnu øld. Undan Sosialinum komu Dimmalætting og Tingakrossur. Tey vóru tá málgøgn hjá ávikavist Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. So tá Javnaðarflokkurin varð stovnaður í 1925 var neyðugt við einum málgagni, um flokkurin skulu hava nakran kjans at fáa umboð vald á ting á løgtingsvalinum í 1928.
Næst eftir Sosialinum kom Dagblaðið sum málgagn hjá Vinnuflokkinum, seinni Fólkaflokkinum og 14. September sum málgagn hjá Tjóðveldisflokkinum.
Størsta partin av farnu øld vóru bløðini politisk málgøgn. Dimmalætting og Sosialurin sleptu politiska tilknýtinum, meðan hini bløðini øll liðu blaðdeyðan.
Lokalblaðið í Norðoyggjum kundi 16. apríl hátíðarhalda 100 ára dagin fyri, at blaðið kom út á fyrsta sinni. Blaðið hevur kortini ligið stilt í fleiri tíðarskeið. Dimmalætting fór á húsagang í september í 2013, og nýggjur eigari gav blaðið útaftur í oktober. Tí er tað nú bara Sosialurin av føroysku bløðunum, sum er komin út regluliga síðani stovnan.
Fyrsta blaðið kom út 24. mai í 1927. Blaðið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER