SOSIALURIN SEINKAÐUR VEGNA TVØRRANDI TELESAMBAND

Mánakvøld kl 20:45: - Sosialurin biður lesarar okkara umbera okkum, at vit eru eitt sindur skerdir í kvøld - og nakrar tímar seinkaðir

Royndarútgávan av Sosialinum verður dagførd um fýratíðina seinnapartin dagin fyri útgávudag. Men soleiðis var kortini ikki í dag, tí tvørrandi telesamband við servara okkara nakrar tímar seinnapartin forðaði hesum.


Av somu orsøk er blaðið í kvøld eitt sindur skert, men meiri tilfar (helst allur ítrótturin) verður lagt út seinni í kvøld - og í morgin verður alt tilfarið dagført.


Vit biða lesarar umbera okkum


Sosialurin