Sosialurin sett redaktiónsleiðara

Virksemið hjá blaðhúsinum í Vágsbotni er nógv vaksið í seinastuni. Tí hevur Føroya mest fjølbroytta fjølmiðlafyritøka gjørt av at styrkja um leiðsluna Økta virksemið og kappingin setir størri krøv til bæði starvsfólk og leiðslu, og tí hevur Føroya mest fjølbroytta fjølmiðlafyritøka gjørt av at styrkja um dagligu leiðsluna á redaktiónini. 1. mars var Kári Mikkelsen settur sum redaktiónsleiðari á Sosialinum.

Umframt bankaútbúgving og journalistútbúgving úr Danmark hevur Kári Mikkelsen royndir frá bæði blað- og loftmiðlavirksemi í Føroyum og Danmark. Millum annað frá Berlingske Tidende, donskum fakblaði, føroyskum bløðum, útvarpi og sjónvarpi.

Áðrenn hann byrjaði sum redaktiónsleiðari á Sosialinum, var Kári Mikkelsen varablaðstjóri á Dimmalætting. Familjan flutti heimaftur til Føroya í fjør aftan á 17 ár í Danmark.

Jan Müller, ábyrdarblaðstjóri á Sosialinum, sigur, at tað leingi hevur verið tørvur á at styrkja redaktiónina og ikki minst redaktiónsleiðsluna.

- Sum heild hevur tað verið torført at fingið fatur á útbúnum fólki, ið oftani velja loftmiðlarnar fram um bløðini. Tí eri eg sera fegin um, at Kári hevur gjørt av at royna seg her hjá okkum, tí eg haldi, at vit hava eitt sera spennandi arbeiðspláss við nógvum avbjóðingum, sigur Jan Müller.

Hann ivast ikki í, at kappingin fer at herðast uppaftur meiri, nú Dimmalætting hevur gjørt av at seta Árna Gregersen, sum nýggjan blaðstjóra. Ein kapping sum Jan Müller tekur í størsta álvara.

- Nógv av okkara fólkum hava ikki so nógvar royndir og heldur ikki útbúgving á økinum, og tí er tað gott hjá teimum at fáa fleiri at vegleiða og ráðføra seg við, sigur Jan Müller.