Sosialurin áttati

Í gjár vórðu liðin 80 ár síðani fyrstu útgávuna av Sosialinum. Í hesum sambandi bjóðar blaðið til almenna móttøku í Miðlahúsinum í Vágsbotni í dag frá kl 15 - 17 Nógv er broytt, síðani Sosialurin á fyrsta sinni kom út hendan týsdagin 24. mai í 1927. Tað vóru menninir aftan fyri Javnðarflokkin, sum gjørdu hesa roynd til tess at vinna flokkinum eitt málgagn. Tí uttan málgagn bar ikki til at vinna sær sæti á tingi. Umboð á tingi fekk flokkurin á fyrsta sinni árið eftir.

Frammanundan vóru tveir politiskir flokkar Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, og teir høvdu hvør sítt málgagn, Dimmalætting og Tingakross. Eingin politiskur flokkur fekk fótin fyri seg uttan eitt málgagn - líka til útvarpið kom í 1957.

Framburðsflokkurin hjá Kjartan Mohr er fyrsti flokkur, sum hevur vunnið sær sæti á tingi uttan eitt málgagn. Í dag er støðan øðrvísi. Bæði tey fyrrverandi politisku málgagnini, Sosialurin og Dimmalætting hava slitið seg leys frá flokkunum, og Javnaðarflokkurin hevur selt Sosialin.

Politikarar og valdsharrar annars hava í dag lættari atgongd til miðlarnar, og koma sostætt lættari á tal við veljaran, meðan miðlarnir kýta seg røkja kritiskan og óheftan tíðindaflutning.

Sosialurin var tað seinasta politiska málgagnið hjá javnaðarrørsluni í kongaríkinum. Sosialurin var eisini tað einasta blaðið, sum til tað síðsta varðveitti navnið Sosialurin, sum er ein stytting av upprunaliga navninum, »Føroya Social-Demokrat« (tey donsku bløðini høvdu navnið »Social-Demokraten«). Helst hevur navnið »Sjalurin« ligið so langt frá floksnavninum í Føroyum og er tí varðveitt.

Meðan øll hini javnaðarbløðini í kongaríkinum fóru á heysin, seldi Føroya Javnaðarflokkurin Sosialin í fjør fyri 10 milliónir krónur.