Sosialurin: Umtalan er størri enn vit halda

CNN, BBC, the Daily Mail og the Mirror eru bara nakrir av stóru altjóða miðlunum, ið seinastu vikurnar hava varpað ljós á grindadráp, aftaná at eitt ferðafólk tók myndir, tá ein grind bleiv hildin til í Sandavági 30. juli.


Føroyskir miðlar eru skjótir at gera vart við, tá slíkar søgur verða lagdur út á netið, men í veruleikanum er hetta bara eitt brot av tí umtalu, ið grindadráp fær kring heimin.


- Tann umtalan sum er um Føroyar og grind er fleiri ferðir størri enn flestu føroyingar kenna til. Vit hoyra bara um tað, ið føroyskir miðlar ella størri altjóða miðlar skriva um. Men tað eru so nógvir smærri miðlar, ið skriva um hesi viðurskifti, sigur Bárður Eklund, ið hevur ábyrgd av talgildu marknaðarføringina hjá Visit Faroe Islands, í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin.


Í Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð verður hugt nærri at hvussu altjóða umrøðan av grindadrápi ávirkar føroyingar. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið.