Sóu spøkilsis-bil í Sandslíð

- Eg signaði meg einaferð eyka, tá eg fór til songar, sigur Ann Persdóttir Mikkelsen.

Tá Ann Persdóttir Mikkelsen og maður hennara, Jens Oliver Eystberg Mikkelsen, herfyri vitjaðu í Sandoynni, vóru tey úti fyri eini undarligari hending.

 

- Vit høvdu verið ein túr eystanfyri. Ávegis aftur gjøgnum Sandslíð upplivdu vit nakað heldur løgið.

 

Tað sigur Ann Persdóttir Mikkelsen á sínari facebook-síðu.

 

Hon vísir á, at meðan tey koyra gjøgnum Líðina, síggja tey ein grønan bil koma ímóti teimum. Maður hennara, sum er førari, slakkar av, tí smalt er. Tá tey hava staðið eitt lítið bil, og eingin bilur kemur, halda tey, at grøni bilurin kanska heldur av fyri teimum eitt sindur longur frammi. Tey velja tí at koyra.

 

- Men, har er eingin bilur. Maðurin hyggur at mær og spyr, hvar hasin bilurin bleiv av. Vit vóru samd um, at bilurin ikki kundi hava vent. Hevði bilurin havt bakkað og vent, høvdu tey havt sæð hann.

 

Eftir hendingina koyrdi Jens Oliver eitt vet skjótari.

 

Tá tey koma oman móti brúnni um ánna og síggja eystur yvir aftur, síggja tey, at tey vóru einsamøll í Sandslíð hesa løtu.

 

- Har var eingin bilur, tó at vit bæði høvdu sæð hann.

 

Ann vísir á, hvat tey gomlu plagdu at siga um slíkt:

 

- Tey søgdu, at sært tú fjált og gott, goym tað væl. Sært tú ófrættakent, sig frá. So, kanska friður verður, sigur Ann Persdóttir Mikkelsen, sum leggur aftrat, at hon var illa-heitin av hasum grøna bilinum.

 

Og hon endar við hesum orðum:

 

- Skal siga tykkum: Eg signaði meg einaferð eyka, tá eg fór til songar. Nú sovni eg nokk sum ein eingil, leggur Ann Persdóttir Mikkelsen aftrat.