Dagfinn Olsen
Nógv varð tosað, tá siglingin varð niðurløgd og koyringin byrjaði og nógv av tí, ið ferðafókini væntaðu, gekk út.
- Millum annað væntaðu vit, at tíðin fór ikki at halda, og tað hevur víst seg at passa. Tí er fráferðin av Toftum flutt fram við 10 minuttum, sigur Helen Højgaard og leggur afturat, at óivað kenna førararnir seg eisini kroystar av tíðini og koyra tí ov skjótt
Ótespiligar løtur
- Eisini hava vit havt eini tvey heldur óhugnalig upplivilsi. Einu ferðina av vindi og aðru ferð í hálku, tá ein bilur yvirhálaði og fór niðanav vegnum. Tíbetur var har eitt víkipláss og hegn, greiðir Helen Højgaard frá.
Fundur
Skipað varð fyri fundi fyri politikarum, har ferðafólkini greiddu frá sínum sjónarmiðum.
- Sámal Petur í Grund legði ein fyrispurning fyri Løgtingið, eg haldi tað var 9. apríl, men enn hava vit einki hoyrt. Onkur vildi vera við, at málið kemur fyri í dag, sigur Helen Højgaard.
- Sagt varð tá, at bert eini 18 ferðani vóru við bátinum hvønn túrin. Nú koyrir bussurin tómur úr Havnini árla á morgni og ikki eru nógv við heimaftur um dagin og tá eru fleiri túrar. Heldur ikki er nakar við aftur til Havnar, sigur Helen Højgaard, ið metir, at hetta kundi verið áhugavert at rokna uppá.