Sp/f Mykines í Tindhólmi við 500 fólkum

Eftirspurningurin at sleppa út í Tindhólm er veksandi, og higartil í ár hava vit havt eini 500 fólk í Tindhólmi. Tað er serliga frá mai mánaði og úteftir, at Tindhólmur er eftirspurdur. Ferðaleiðari er altíð við hesar túrar, sum vara í nakrar tímar.

Tað sigur Tummas Henriksen, sum saman við konu síni Maju og systkjum sínum eigur og rekur Sp/f Mykines.

Felagið hevur nýliga fingið nýggjan bát, Jósup, sum er bygdur á Akureyri í Íslandi

- Nýggi báturin er slakar 15 metrar langur, sum svarar til einar 50 føtur og góðar fimm metrar breiður. Báturin, sum hevur tveir motorar á 700 HK hvør og gongur 22 míl, hevur eisini bógskrúvu framman og síðuskrúvu aftan.

Tummas Henriksen sigur, at tey høvdu ikki latið henda bátin byggja, um tey ikki høvdu havt fingið Mykinesar-leiðina hjá Strandfaraskipum Landsins tey næstu fimm árini við møguleika fyri leingjan í tvey ár aftrat.

Hann sigur, at Sp/f Mykines sá dagsins ljós í 2006, tá tey fyrstu ferð fingu Mykines-farleiðina at røkja. Tá fóru tey eisini at sigla túrar út í Tindhólm.

- Vit byrjaðu nakað fyrr við ferðavinnusigling, men rættilig gongd kom á, tá vit fingu farleiðina. Vit høvdu fyrst rutuna í fimm ár, og síðan fingu vestmenningar hana í tvey ár. Nú hava vit so fingið ein nýggjan 5-ára sáttmála.

Tummas Henriksen sigur, at Jósup er er góðkendur til 70 ferðafólk til sigling um summarið, og hann væntar, at talið kemur at liggja um eini 60 í vetrarmánaðunum.

- Pláss er nevniliga fyri 60 fólkum í salongini undir dekkinum, leggur hann aftrat.

Sp/f Mykines eigur eisini bátin Brynhild, sum er góðkendur til 40 ferðafólk, og hesin verður serliga brúktur til útferðir í Tindhólm.

- Sáttmálin við Strandfaraskip Landsins sigur, at Sp/f Mykines røkir rutusigling til Mykinesar fýra mánaðir um summarið, har byrjað verður í mai, og siglt verður síðan, til august mánaði er liðugur. Aftrat summarmánaðunum sigla vit 10 dagar í heystfrítíðini í oktober, og síðan røkir tyrlan sambandið við Mykines.

Sp/f Mykines siglir nú bæði við Jósupi til Mykinesar og við Brynhild út í Tindhólm.

- Eftirspurningurin at sleppa út í Tindhólm er veksandi, og higartil í ár hava vit havt eini 500 fólk í Tindhólmi. Tað er serliga frá mai mánaði og úteftir, at Tindhólmur er eftirspurdur. Ferðaleiðari er altíð við í Tindhólmi hesar túrar, sum vara í nakrar tímar, sigur Tummas Henriksen.