Spæla fríggjakvøld

Hóast skráin til ársins útgávu av SummarFestivalinum ikki er klár enn, so er longu greitt, at tað verður fríggjakvøldið á festivalinum, at Shu-bi-dua skal spæla. Kanska eisini upplagt, nú bólkurin mest av øllum má roknast sum danska svarið til Dynamitt, sum tey bæði seinnu árini hevur rocka Vágsbø. Enn eru onnur nøvn ikki komin á matarlepan, men frá fyrireikarunum verður sagt, at talan sjálvandi aftur verður um ein fjølbroytta skrá, har føroysk og útlendsk nøvn borga fyri eini fjølbroyttari skrá fyri alla familjuna.