Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Svangaskarði, har kvinnuliðini hjá B68 og ÍF/Víkingur hittast.
Síðsta fríggjakvøld vóru tveir dystir í átjanda umfari. Í illveðri vann KÍ 4-1 á heimavølli ímóti B36, og í Gundadali endaði tað 1-1 millum HB og EBS/Skála.
Dysturin millum B68 og ÍF/Víking varð útsettur, og hann verður altso leiktur klokkan 18 í kvøld.
Nítjanda og næstsíðsta umfar verður týsdagin, og punktum verður sett leygardagin 27. oktober.