Spæla um Lions-steypið

Ársins stórsteypadystur verður sunnudagin millum føroya­meistararnar í HB og steypa­vinn­ararnar í EB/Streymi, og allur ágóðin frá dystinum fer til CTD-felagið

Seinnu árini hevur stór­steypadysturin verið fyrsta veruliga teknið um, at fótbólt­urin aftur er farin á rull, og so er eisini hesa ferð. Sunnudagin klokkan 16 møtast HB og EB/Streymur í dystinum, ið verður spældur til frama fyri okkurt vælgerandi átak hjá Lions Club í Føroyum.
Fyri viku síðani spældu før­oya­meistararnir og steypa­vinnararnir frá í fjør finaluna í Klaksvíkskappingini, og tá royndist EB/Streymur eitt mál betur enn HB. So fæst at síggja, um HB vinnur Lions-steypið triðja árið á rað ella um EB/Streymur skal vinna tað fyrstu ferð.
Pætur Albinus dømir dystin og hevur aftur at sær Jón Kára í Brekkuni og Pætur E. Rasmussen sum linjudómarar. Eftir dystin handa Niels Nattestad frá Lions Club og Christian Andreasen frá Fót­bóltssambandinum liðunum heiðursmerki og vinnaranum steyp, og eisini fær CDT-fel­agið handað gávubræv upp á ágóðan av dystinum
Atgongumerkini til henda dystin hava vanligan Voda­fone­prís, men ikki hevur verið óvan­ligt hini árini, at fólk fegin rinda meira enn ásetta prísin, og tí hevur borið til at savna fitta upphædd til vælgerandi enda­málið.