Spæla um pláss í meistaradeildini

Leygardagin í næstu viku verður tað avgjørt, um tað verður SÍ ella Fleyr, sum fara at vinna sær sætta og seinasta plássið í meistaradeildini hjá kvinnum komandi kappingarár.

Tað er longu greitt, at SÍ endar á aftasta plássi í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti. Hetta merkir, at sørvágskvinnur skulu spæla um upp- og niðurflyting móti fremsta liðnum í 1. deild.

Fleyr greiður vinnari av 1. deild
Kvinnurnar hjá Fleyr, sum í fjør fluttu úr meistaradeildini, hava langt síðani vunnið kappingina í 1. deild, og tað verða tí tær, sum skulu spæla móti SÍ um plássið í bestu deildini.
Flogbóltssamband Føroya hevur nú ásett, at upp- og niðurflytingardysturin millum kvinnuliðini hjá SÍ og Fleyr skal spæla leygardagin 26. mars klokkan 15.00 í Hoyvíkshøllini, og tá fæst so greiði á, um tað verður SÍ, ið framhaldandi fer at verða í fremstu deildini, ella um kvinnurnar hjá Fleyr endurvinna sær sess millum tær bestu.