Spæla um strikuna

Marginalirnir hava í fleiri førum ikki verið við skálamonnum

28. apríl endaði tað málleyst, tá ið Skála vitjaði á Argjum. Síðani hevur Skála drigið fýra stig í reiðrið í fimm dystum. Skálamenn kenna seg í fleiri førum ikki at hava havt marginalirnar við sær.

Eitt nú 1-0 heimatapið ímóti KÍ og 1-0 tapið í Runavík kendust mein. Fyri tveimum vikum síðani endaði tað 1-1 í Gundadali ímóti B36. Tað varð roknað at vera gott úrslit, men skálamenn iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um leiðsluna.

Ólavur Mikkelsen er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Seint seinnapartin í dag verður tað strikan, sum fer at standa upp á spæl á Skála. AB er undir strikuni, og AB hevur við sigri møguleika at lyfta seg upp um strikuna.

-Eftir 3-2 tapið ímóti ÍF vóru vit vónbrotnir, tí vit vóru jú tvær ferðir á odda. Men hugburðurin er góður undir venjing, og vit ætla okkum úrtøku á Skála, sigur AB venjarin Trygvi Mortensen.

Rói Danielsen er leikbannaður. Skaðalistin er framvegis langur á Argjum: Andri Freyr Björnsson, Karstin Højgaard og Gert Drangastein eru ikki tøkir.