Fótbóltur
Tey flystu yptu bara øksl, tá Jákup í Stórustovu fyri skjótt sjey árum síðani fór undir virksemi sítt sum spælaraumboðsmaður. Hóast Føroyar í nøkur ár høvdu veri ðá altjóða fótbóltspallinum, so mundi hetta ikki veruliga vera nakað, sum nakar vinnumøguleiki var í, tí so nógvar góðar fótbóltsspælarar høvdu Føroyar hóast alt ikki.
Spakuliga hevur tað tó eydnast Jákupi í Stórustovu at økja um virksemið. Ikki soleiðis, at tað enn er komið hartil, at spælarar verða seldir millum europisk stórfeløg, men møguleikarnir hjá ungum føroyskum spælarum at sleppa uttanlands eru í dag betri, enn teir nakran tíð áður hava verið. Og fleiri eru eisini, sum hava roynt fótbóltseydnuna, tó at hetta hevur verið við minni og størri hepni.
Skulu arbeiða strategiskt
Við avmarkaða aktivitetinum og kapitalinum hevur virksemið frá byrjan verið skipað sum einstaklingavirksemi, men hetta er nú broytt. Á tíðindafundi í gjár kundi Jákup í Stórustovu boða frá, at hann saman við Eik grunninum og Framtaki hevur stovnað partafelag, sum hevur til endamál at reka virksemið hjá NAFA.
Og umskipanin gevur væl størri møguleikar í langsiktaða partinum av virkseminum, sigur Jákup í Stórustovu.
- Við at hava eina kompetenta nevnd fái eg nakrar viðspælarar, sum veruliga kunnu tilføra virkseminum komptetancu. Eg komi sjálvur at standa fyri dagliga rakstrinum, men eg komi at hava fast samband við nakrar sparringspartnarar, og í heyst verður farið undir eina miðvísa ætlan, har endamálið at lyfta støðið á føroyskum fótbólti, sigur Jákup í Stórustovu.
- Vit hava longu havt samband við nakrar møgugligar samstarvsfelagar, men í stuttum er endamálið við verkætlanini at greina europiskan fótbólt betur, soleiðis at vit í nógv størri mun eru tilvitaðir um, hvussu teirra arbeiði við spælaramenning gongur fyri seg. Út frá hesum vilja vit so royna at knýta fast samstarv við tey feløg ella einstaklingar, sum hóska best til okkara virksemi, og tað skuldi givið øktar møguleikar til føroyskan fótbólt, sigur hann.
Synergi til feløgini
Uttan føroysku fótbóltsfeløgini er tó vónleyst at fáast við virksemi sum spælaraumboðsmaður, og hetta er Jákup í Stórustovu eisini fult greiður um.
- Fyrst og fremst, so er sjálvandi umráðandi, at alt verður gjørt í samstarvi feløgini, tá tað jú eru hesi, sum ala spælararnar. Hinvegin vóni eg, at vit gjøgnum okkara virksemi kunnu hjálpa feløgunum í teirra menningararbeiði. Ikki soleiðis, at eg ella nevndarlimir mínir skulu út at spæla ungdómsvenjarar. Men gjøgnum mítt netverk kundi verið upplagt, at onkrir útlendskir kapasitetir komu hendavegin at geva feløgum íblástur til spælaramenning.
- Og eydnast verkætlanin, so ivist eg ikki í, at vit eisini kunnu røkka málinum. Nevnlinga at fáa fleiri spælarar uttanlands, og at hesir koma at spæla á einum hægri støði. Nakað sum verður bæði føroyskum felags- og landsliðsfótbólti at frama, eins og tað eisini kann skapa ein nýggjan vinnuveg , sigur Jákup í Stórustovu.
Í so máta má sigast, at timingin neyvan kundi verið betri í eini tíð, har tað støðugt verður tosað um, at vit mugu finna aðrar vinnumøguleikar enn tað, sum finst í sjónum.