Spælfordeilarin Súni Olsen

Minnið um avrikið hjá Súna Olsen móti Italia, ið fer at standa eftir frá dystinum er uttan iva skotið, sum brast í stongina

Hjálparleysur royndi Gianluigi Buffon at toyggja seg eftir bólt­inum, ið hevði beina kós móti mál­inum. Ólukku tíð vildi viðbrekni og til tíðir óúttilrokniligi Jabulani bólturin frá Adidas ikki halda kósina og »knekkaði« beint áðrenn hann skuldi bresta í netmeskarnar, og brast í staðin á stongina. Italia slapp við skrekkinum.

Góður fyrri hálvleikur
Føroyska liðið hevði sjáldan bóltin í fyrru hálvu av fyrra hálvleiki og tað gekk eisini rúm tíð, áðrenn Súni Olsen fekk registrara sína fyrstu av­levering. Helst mundi Andrea Pirlo vera komin upp á eina 25 av­laver­ingar tá.
Men tá Súni Olsen so fekk bóltin, so hevði avleveringin eina meining og var skapandi fyri føroyska liðið. Og tað einu ferðina, tá tað lá fyri at skjóta, ja so smekkaði gøtumaðurin eisini til. Umstøðurnar hjá Súna vóru torførar, eins og hjá øllum før­oyska landsliðnum, tí italiu­menninir trýstu so langt frammi á vøll­inum. Seks rættar og bara ein skeiv avlevering í fyrra hálvleiki boðar frá einum manni við góðum egin­leika at finna ein viðleikara í kroystum umstøðum.

Orkan helt
Súni Olsen hevur verið nógv skaddur fram til hetta kappingar­árið og hevur av tí sama ikki verið í toppform alt árið. Fríggjakvøldið var Súni Olsen aftur í toppform og var tað ikki fyri ein skaða, so spældi hann allan dystin. Vandin við at hava bara hann og Fróða Benjaminsen mitt á miðjuni er, at orkan gongur undan á før­oyska liðnum og at miðvøllurin missur takið. Tað hendi ongantíð fríggja­kvøldið.
Føroyska liðið hevði fleiri góð uppspøl í seinna hálvleiki og sum oftast hevði Súni Olsen ein fót í spælinum, men aftur sæst á tøl­inum, at vit hava ikki bóltin nógv. Súni hevur átta avleveringar í seinna hálvleiki, har tær fimm eru rættar. Sùni Olsen var útskiftur eitt korter fyri tíð við einum minni skaða í baklærinum. Hann hevði helst komið upp á fleiri um hann spældi seinasta korterið.

- - -

Niðurstøðan:
Í einum dysti har allir teir føroysku leikararnir sríddust manniliga og komu væl frá uppgávuni, so mundi Súni Olsen verða tann mest eyðsýndi á føroyska liðnum. Umframt tær ellivu røttu avleveringar, so tók hann sær av fríspørkum og hornaspørkum. Serliga hornaspørkini vóru væl skotin, men tíverri ikki umsett til mál.
Tað er harmiligt, at Súni Olsen ikki er við í Serbia, tí hann prógvaði fríggjakvøldið, at hann er ein av okkara allar bestu og at hansara skot kunnu bólkast í flokkinum, heimsflokki!
Heldur føroyska landsliðið og Súni Olsen fram við góða forminum, so er nógv gott í væntu komandi ár fyri føroyskan fótbólt.