FSF-stríð
Í flestu av fótbóltsfeløgunum kring landið tykist í løtuni valda ein óvissa, har formennnir spyrjandi standa sum áskoðarar til tað spælið, sum hevur gingið fyri seg handan FSF-leiktjøldini seinastu tíðina.
Týsdagin trekti Rúni Heinesen seg frá sínari uppstilling til formanssessin, og samstundis sum hetta onkursvegna markeraði eina semju í nevndini, so tykist hetta úteftir at geva ta fatan, at Dánjal Andreasen nú stendur sterkari, enn áður. Hetta hóast hann fekk eitt beinleiðis misálit frá fýra nevndarlimum, sum ikki søgdu seg vilja stuðla honum á aðalfundinum.
At misálitið síðani er tikið aftur, vikar helst ikki við støðuna um, at mótmælini høvdu sína greiðu orsøk. Var tað ikki so, so hevði neyvan verið neyðugt at varpa so nógv ljós á málið, sum tað varð gjørt, tá skrivið um formansvalið varð sent feløgunum og harvið almenninginum.
Taktiskur brølari
Av nógvum feløgum varð hetta skrivið tulkað soleiðis, at partur av nevndini ætlaði at fremja eitt beinleiðis kvett móti formanninum. »Kvettroynd« er sum so ikki eitt orð, sum smakkar serliga væl í munninum hjá teimum flestu, og tí tykist avleiðingin nógva staðni vera tann, at feløgini hava aftrað seg við at givið nakra sum helst tilsøgn um stuðul til Rúna Heinesen. Hervið verður ikki sagt, at nøgdsemið við formansleiklutin hjá Dánjali Andreasen hevur verið so øgiliga stórt, men sum tað hevur ljóðað úr onkrum felag, »so kann tað væl verða, at Dánjal verður stemmaður út seinni, men tað verður so ikki eftir hasari uppskriftini«.
Tað kann eisini væl vera, at støðan úteftir í nógvar mátar hevur tikið seg út, soleiðis at talan var um eina kvettroynd, og tað tykist undir øllum umstøðum greitt, at talan var um ein taktiskan brølara av format, at boðini frá meirilutanum í nevndini komu somikið seint út.
Tí sambært teimum upplýsingum, sum vit hava um málið, so hevur støðan hjá nevndini verið kend innan veggirnar hjá FSF í heilt langa tíð. Heilt afturi í februar mánaði skal eitt slag av kreppufundi vera hildin, tí partur av nevndini segði seg ikki kunna arbeiða saman við Dánjali Andreasen. Ein orðing, sum varð endurtikin av Christiani Andreasen í fríggjadagsútgávu okkara. Semja var tá um, at nevndin ikki fór út í nakað alment stríð um valdið í FSF, men at formaðurin snøgt sagt ikki stillaði uppaftur, og soleðis gleið stillisliga úr nevndini.
Óviðkomandi ávirkanir
Friðurin vardi tó bert fram til 15. november, tá Dánjal Andreasen boðaði frá, at hann ætlaði sær at taka við afturvali. Síðani hetta hevur nevndin fleiri ferðir roynt at fingið formannin at taka sína uppstilling aftur, men hóast hetta, so hevur Dánjal Andreasen hildið fast um sítt. »Tað er aðalfundurin og ikki nevndin í FSF, sum ger av, hvør verður formaður« vóru orðini, tá formaðurin varð spurdur, hvørt talan ikki var um somikið stórt misálit, at hann átti at fari frá.
Og líkt er til, at støðufesti hjá formanninum nú hevur givið úrslit fyri hansara viðkomandi. Tað er eingin loyna, at ein bólkur av sterkum monnum innan føroyskan fótbólt hesa seinastu vikuna hava arbeitt dúgliga handan leiktjøldini í FSF, til tess at sannføra fólk um, hvønn veg teirra atkvøða skal fara.
Líkt er til, at tað eisini í stóran mun eydnast at snara kjakið um aðalfundin burtur frá valinum millum Dánjal Andreasen og Rúna Heinesen. Málið er vent til bæði eitt stríð millum umsitingina (les aðalskrivaran) og nevndina/feløgini og til eitt stríð millum Tórsvøll og Svangaskarð. Tveir lutir, ið sum so einki hava at gera við, hvør tað er, sum stendur á odda fyri føroyskum fótbólti, men sum kortini tykjast hava fingið avgerandi ávirkan á støðutakanina hjá ymsu feløgunum. Og sum skilst, so eru tað tó fleiri, sum hava latið seg ávirkað av hesum.
Væntandi innlit
At síggja til av síðulinjuni, so bendir nógv á, at í fleiri av feløgunum er innlitið í nevndararbeiðið hjá FSF rættiliga avmarkað. Og tí hava persónarnir við beinleiðis áhugamálum í formansvalinum kanska eisini havt hampuliga lætt við at sannføra fólk um, hvør støða skal takast á aðalfundinum.
At hetta er so, kemst kanska einamest av, at í flestu feløgunum munnu fólk hava nóg mikið at takast við innanhýsis, til tess at fáa felagið at koyra, og at orkan til at leggja seg út í yvirskipaðu viðurskiftini í føroyskum fótbólti tí er ógvuliga avmarkað.
At innlitið í arbeiðið ikki er serliga gott, er sum so einki nýtt, og hetta var millum annað eitt av høvuðsmálunum hjá Dánjali Andreasen, tá hesin fyri tveimm árum síðani setti seg í formanssessin.
Men sum skilst, so hevur tað tó verið ógvuliga avmarkað, hvussu tað hevur hepnast at fáa hetta framt í verki. Sum vit hava skilt tað, so sigur meginparturin av feløgunum seg als ikki hava fingið vitjan av FSF-formanninum hesi árini. Nakað sum á ongan hátt hevur viðvirka til at fremja ætlanirnar um, at Fótboltssambandið í nógv størri mun skal fatast sum samstarvsfelagi heldur enn mótpartur hjá feløgunum.