Til jólar kemur ein nýggj útgáva av góða gamla Playstation 1 út. Hetta er spælistøðin, sum nógv 80’ara og 90’ara børn eru uppvaksin við, sum í 90’unum var slóðbrótandi í spæliheiminum. Navnið verður Playstation Classic.
Playstation Classic verður útgivið við 20 vælkendum nostalgiskum spølum, harímillum Tekken 3, Ridge Racer 3 og Final Fantasy VII. Spælistøðin verður væl minni enn tað upprunaliga Playstation 1.
Nintendo hevur áður roynt seg á retrobylgjuni og góvu fyri tveimum árum síðani Nintendo Classic Mini út, har tað ber til at spæla klassisku Nintendo spølini sum m.a. Super Mario.
Eyðkenda spælistøðin, Xbox, hevur altíð verið høvuðskappingarneytin hjá Playstation. Tá tíðindini um endurútgevingina av Playstation 1 frættist, vóru tey í Xbox skjót at melda út, at tað nú ber til at spæla tey gomlu Xbox spølini ókeypis á Xbox One.
Playstation 1 kom út í 1994, og spælistøðin hevur ment seg nógv seinastu árini og er komin út í nýggjum útgávum og hami við jøvnum millumbilum. Nýggjasta útgávan í dag er Playstation 4.
Playstation Classic kemur á marknaðin 3. desember í ár, og kemur at kosta millum 700-800 krónur.
Sí videobrot omanfyri.