Í Syðrugøtu er nú lív komið í aftur húsini, har handilin Valhøll fyrr helt til. Talan er um eitt stað, har ungfólk og vaksin kunnu koma at stuttleika sær.
? Vit hava trý billiardborð, teldustýrdar spælimaskinur, stórskíggja, har vit serliga fara at vísa enskan fótbólt, umframt at eitt sonevnt »airhockeyborð« er á veg. Eisini er ein kiosk, sum umframt góðgæti eisini selur pizzastykkir og franskar hotdogs, greiðir Hans Jørgen Djurhuus, annar av eigarunum, frá.
Hann leggur afturat, at hetta er tað, teir hava valt at byrja við, men at ætlanir eru um at gera úrvalið størri.
Hin eigarin eitur Jógvan Páll í Bartalsstovu. Hans Jørgen Djurhuus leggur dent á, at teir báðir eigararnir ikki fara at síggjast ofta í nýupplatnu hølunum, tí teir eru báðir upptiknir av øðrum tingum.
? Ein maður er settur at taka sær av hølunum og kioskini. Hann eitur Jørgin Gudmundsson, og fer at hava dagliga raksturin av staðnum, sigur Hans Jørgen.
Bæði ung og vaksin
Spælistaðið lat upp mánadagin kl 15, og Hans Jørgen sigur, at tað longu fyrsta dagin var fult av fólki.
? Tað vísir seg sum, at allir aldursbólkar halda hetta vera spennandi. Tá vit lótu upp kl 15 vóru flest ungfólk, men eftir kl 20 skifti aldursbólkurin nakað, tí tá komu fleiri eldri fólk ein túr framvið at spæla pool og billiard, sigur Hans Jørgen, sum samstundis ikki ivast í, at staðið fer at bera seg. Serliga tá áhugin er so stórur.
Hann sigur víðari, at hvørgin teirra hevur nakrar royndir við tílíkum arbeiði, men at teir bara eru lopnir út í tað.
? Vit fingu hugskotið fyri umleið einum hálvum ári síðani. Síðani tað hava vit arbeitt miðvíst við ætlanini, inntil vit nú lótu upp. Allar maskinurnar eru keyptar úr Danmark, og vit hava fingið ein mann at arbeiða hjá okkum, so vit sleppa frá at vera til arbeiðis her. Tað var eisini ætlanin allatíðina, sigur Hans Jørgen. Atgongdin er ókeypis, men gjaldast skal fyri spølini. Billiard og pool kosta 10 kr, meðan telduspølini kosta 5 kr.
Fótbóltur á stórskíggja
Ein av ætlanunum hjá Hans Jørgen og Jógvan Páll er eisini at vísa fótbólt á stórskíggja. Byrjað verður longu mikudagin, tá dysturin ímillum Manchester United og Chelsea verður vístur.
Hans Jørgen sigur, at ætlanin fyrst og fremst er at vísa enskan fótbólt, men at eisini aðrir góðir dystir kunnu koma uppá tal.
? Losjan hevur viðhvørt víst dystir á stórskíggja, men tað er mest tá EM ella VM hevur verið á skránni. Tað hevur manglað eitt stað, ið vísir vanligu, ensku dystirnar, heldur Hans Jørgen.
Spælistaðið í Syðrugøtu hevur ikki fingið navn enn, hóast fleiri nøvn hava verið uppi og vent.