Spæl føroyskt vika í Hósvíkar skúla

Hósvíkar skúli hevði vitjan av Steintóri Rasmussen og Rakul Ró, sum sungu góðar og kendar barnasangir saman við børnunum

 

Aftur í ár skipa Tónleikasamband Føroya og KvF í felag fyri eini Spæl Føroyskt viku, sum er í døgunum 22. februar til 2. mars.

 

- Tá hoyra vit føroyskan tónleik burturav í KvF, og livandi framførslur og framløgur verða kring landið.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at í samband við tiltakið vóru 3. flokkarnir í Sunda kommunu í Hósvíkar skúla til sangløtu mikudagin.

 

- Byrjað varð við morgunsangi. Eftir tað varð farið upp á gólv, har tey kvóðu vit " Veturin kom við kulda og kava", "Burtur á  Heiði" og "Sigmundskvæði yngra".

 

Lagt verður aftrat, at Hósvíkar skúli eisini fekk vitjan av Steintóri Rasmussen og Rakul Ró, sum sungu góðar og kendar barnasangir saman við børnunum.

 

- At enda fingu øll bollar og frukt, siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

Hósvíkar skúli, Hvalvíkar skúli og Skúlin við Streymin takka fyri eina góða og hugnaliga løtu. 

 

##med2##

 

Farið varð upp á gólv við "Veturin komin við kulda og kava", "Burtur á Heiði" og "Sigmundskvæðið yngra".