VIDEO: Andrias og liðfelagarnir vunnu á útivølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Pogon Siedlce-Wisla Plock 1-3 (0-1)

Savnsmynd

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock spældu í kvøld dyst á útivølli í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini móti Pogon Siedlce.

 

Tað eydnaðist Wisla Plock at vinna dystin 3-1. Beint undan steðginum legði Iban Salvador Wisla á odda 1-0. Amin Al Hamavi økti til 2-0, og skoraði eisini sigursmálið til 3-1 í seinna hálvleiki.

 

Andrias spældi allan dystin.

 

Wisla Plock er fjórðfremst í deildini við 40 stigum. Teir eru sjey stig frá fremsta liðnum í deildini, Termelica. 

 

Nummar eitt og tvey í deildini flyta beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar trý til seks spæla um uppflyting.

 

HER   ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-1 sigrinum hjá Wisla Plock á Pogon Siedlce:

 

 

 

 

 

Savnsmynd