Tað kann fara at vísa seg, at úrslitið í Skojpe í kvøld fer at hava avgerandi týdning fyri, um Føroyar fara at sleppa upp í part í EM endapælinum. Mótstøðuliðið er Norðurmakedonia, sum vitjaði í Føroyum 7. oktober, tá ið úrslitið var 1-1. Føroyskur málskjútti var Andrass Johansen úr B36.
Endaspælið verður á sumri í 2023, og Føroyar eru í bólki saman við Fraklandi, sum er á odda, Ukraina, Norðurmakedonia, Føroyar og Serbia. Næst eftir Frakland er Ukraina favorittur at hava møguleika at sleppa við í endaspælinum. Hvussu tað verður við Ukraina er óvist, og so kann tað vera, at Norðurmakedonia ella Føroyar fáa møguleikan.
Umframt í kvøld ímóti Norðurmakedonia skulu Føroyar í juni spæla á heimavølli ímóti Ukraina og Serbia.
Norðurmakedonia – Føroyar kl. 17.00
U-21 EM undankapping
Týsdagin 29. mars 2022 kl. 17.00
Á National Arena Todor Proeski í Skojpe
Bergur á Reynatrøð – Hanus Sørensen, Áki Johannesen, Gullbrandur Øregaard, Pætur Turiðarson Skipanes – Símun Sólheim, Magnus Holm Jacobsen, Andrass Johansen, Lukas Giessing – Stefan Radosavljevic – Steffan A. Lølin
Á beinkinum: Jóannes Davidsen, Bjarti Vitalis Mørk, Martin Agnarsson, Jonn Johannesen, Heini Sørensen, Elias Rusborg, Noah Mneney, Jørgen Nielsen, Ragnar Skála
Venjari: Sámal Erik Hentze
Hjálparvenjari: Atli Gregersen