Jóannes Jakobsen, venjari hjá KÍ, heldur hugskotið um eina landsumfatandi innandurakapping í fótbólti vetrarhálvárið vera eitt sera gott hugskot.
? Tað hevði verið framúr gott fyri fótbóltin, um tað hevði latið seg gjørt at havt eina slíka kapping um veturin. Skulu vit menna okkum enn meiri í fótbóltsspælinum, mugu vit koma burturfrá, at spælararnir liggja stillir allan veturin, heldur hann.
? Hjá nógvum feløgum er gongdin tann, at spælararnir søpla tað, sum teir hava bygt upp í 8 mánaðir, burtur eftir einum mánaði um veturin. Tí er tað ein treyt at spælararnir mugu vera í gongd um veturin eisini, skulu vit menna okkum enn meiri.
Sjálvur hevur Jóannes Jakobsen tikið stig til vetrarvenjing í Klaksvík. Allan vetur síðani kappingin endaði í oktober mánaði í fjør hava 1. liðsspælarar hjá KÍ vant innandura tvær ferðir um vikuna. Teir hava vant aerobic og spælt fótbólt.
Og tá fyrsta uttanduravenjingin var í Klaksvík mánakvøldið sást, at hetta hevur gjørt mun.
? Tað var heilt týðuligt, at teir spælararnir, sum hava vant inni allan veturin, vóru betri fyri enn hinir, sum mest sum hava ligið stillir, steðfestir KÍ-venjarin.
Í løtuni er vetrarvenjing eitt tilboð hjá summum feløgum, men tað kann avgjørt hugsast, at tá pengar koma uppí spælið, verður tað ein treyt.
Hvussu kundi tú hugsa tær at ein vetrarkapping skuldi skipast?
? Tá vit skipaðu fyri fyrstu innandurakappingini í Vági, var hugskotið, at kappingin kundi útbyggjast til at fevna um fleiri umfør ymsastaðni í landinum, og tað hevði verið eitt frálíkt hugskot hjá bæði spælarum, feløgum og áskoðarum.
? Fótbóltssambandið má koma uppí og skipa fyri kappingini, men teir kundu lagt umførini út til áhugað feløg at skipa fyri, og tað kundi blivið til nógv stuttlig og áhugaverd vikuskiftð, um innandurakapping við bestu spælarunum í landinum var í tveir dagar, og skipað samstundis varð fyri øðrum tiltøkum uttan um kappingina. Tað kundi bæði blivið til eitt gott upplivilsi hjá spælarum og áskoðarum, og ein inntøkukelda hjá felagnum.
Er vandin ikki, at spælararnir troyttast av at vera í gongd allan veturin eisini?
? Tað nýtast teir ikki, tí spælararnir eru so nógvir í tali, at tað lættliga hevði latið seg gjørt at skift um at farið til kappingar, so at tað ikki altíð vóru teir somu.
Hvussu við vetrarítróttargreinunum, høvdu tær ikki verið nervaðar av eini fótbóltskapping um veturin?
? Har er spurningur um at velja ítróttargrein, og fótbólturin má allatíðina royna at vera so attraktivur sum gjørligt og skapa fortreytir fyri menning. Summir spælarar høvdu ivaleyst valt vetrarítróttin, men tað hevði altíð verið so mikið av fótbóltsspælarum eftir, at tað hevði latið seg gjørt at havt ein kapping koyrandi.