Spæligleði sum smittar

Tað var ein vælupplagdur James Blunt, sum saman við vælspælandi bólki sínum leveraði eina framúr góða konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld. 

Myndir: Álvur Haraldsen

Uppskriftin var einføld, ein røð av góðum sangum, ið fólk kennir, dugnaligir tónleikarar, gott ljóð og ljós, og ein oddamaður av teimum heilt góðu, alt væk kryddað við smittandi spæligleði. Tað kundi illa gingið galið, og tað gjørdi tað heldur ikki. 

 

Høllin á Hálsi var ílatin til høvið, pallurin var í ovara enda á høllini, og í niðara endanum var onnur av tribununum sett upp, so møguleiki var at sita har, framman fyri tribununi vóru borð og stólar, og framman fyri pallin standipláss, okkurt fyri einhvønn. 

 

Hóast tað sjálvandi vóru tey kendastu løgini, ið fingu størstan fagna og fólk at syngja harðast við, so var støðið allan vegin gjøgnum konsertina høgt. 

 

Vit vórðu tikin gjøgnum 15 løg og 3 eykaløg, og sjálvt eftir hetta klappaði og trampaði áskoðarafjøldin eftir meira, eisini eftir at James Blunt hevði sagt, “góða nátt, farvæl, see you soon”

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Myndir: Álvur Haraldsen