HM: Spania sum Føroyar møta um eina viku fekk bank í Noregi

Spania tapti við 22 málum

Mynd: Spanska hondbóltssambandið

Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti annan dystin í innleiðandi bólki D í HM-endaspælinum í Trier í Týsklandi. 

 

Dysturin verður móti Spania, ið tekur lut í Posten Cup í hesum døgum fyri at spæla tríggjar dystir undan HM-endaspælinum. 

 

Hóskvøldið spældi Spania móti vertstjóðini, Noregi, og tað gekk av skriðuni. Noreg vann stórsigur 41-19 á Spania. Í steðginum var Noreg á odda 23-6.

 

Emilie Margrethe Hovden og Nora Mørk, báðar við seks málum vóru toppskjúttar hjá Noregi. Danila Patricia So Delgado og Paula Arcos Poveda, báðar við fýra málum vóru toppskjúttar hjá Spania.

 

Í morgin klokkan 13 spælir Spania dyst móti Serbia í somu kapping, og sunnudagin klokkan 13 spæla tær móti Ungarn. 

 

 

 

Mynd: Spanska hondbóltssambandið