Knút Olsen farin um tey 80 árini

Hann telist millum stóru tónaskøld okkara, og hevur ríkað føroysku kór- og sangmentanina við løgum, ið eru framúr.

 

Hetta eru løg, ið kór hava tikið til sín, ið verða sungin, tá fólk koma saman, og so hevur hann eisini skrivað hópin av løgum til barnasangir.

 

Í gjár fylti Knút Olsen 80 ár.

 

In.fo ynskir til lukku.

 

Á sprotin.fo skrivar Jonhard Mikkelsen tónaskaldinum - og týðaranum, eina heilsan.

 

Knút Olsen eigur løgini til flestu sangir, vit syngja, sama um huglagið er ljóst, sorgblítt ella dapurt. Tá ið várið strýkur um heimavøll, og tá ið tindar standa kavaklæddir, tá ið dimmið hoykir seg yvir menn á seiðabergi, tá ið ljósið dregur ung, ásttikin fólk út í grøna summardagin. Hann rakar beint í hjartað aftur og aftur, skrivar Jonhard Mikkelsen millum annað.

 

Øll heilsanin kann lesast her: Knút Olsen verður 80 í dag - Sprotin.fo