Ongantíð fyrr hava so nógv útlendsk ferðafólk verið í Spania sum í síðsta mánað. Tilsamans virtjaðu 7,7 milliónir ferðafólk Spania, og tað er 328.000 ella 4,4 prosent fleiri enn í juli í fjør.
Ferðavinnan er tann týdningarmesta vinnugreinin í Spania, og umleið 10 prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu stava frá ferðavinnuni.
Hagtølini vísa, at tað eru serliga týskarar, sum hava valt Spania sum frítíðarland í summar. Teir vóru næstan 10 prosent fleiri enn í juli í fjør, men nógvir fransmenn, amerikanarar, portugisar og norðurlendingar hava eisini hildið summarfrí í Spania í ár. Tað eru tó framvegis bretar, sum eru best umboðaðir millum summargestirnar í Spania, og í juli vóru meiri enn 1,7 millión bretsk ferðafólk har.