Ein forvitnislig klaverkonsert verður í kirkjuni í Vestmanna í kvøld við dugnaligu, Lauru Farré Rozada úr Spania.
Í Vestmanna siga tey, at konsertin er partur av Summartónum, sum Vestmanna kommuna aftur í ár stuðlar - fyri, at bygdarfólkið kann fáa ókeypis og øðrvísi tónleikaupplivingar í Vestmanna.
- Hetta summarið vera tríggjar Summartónakonsertir, siga tey í kommununi.
Dr. Laura Farré Rozada er klaverleikari og støddfrøðingur. Hon hevur vunnið nógvar virðislønir og er útnevnd ein "Rising Star av BBC Music Magazine" og eitt "New Talent" av BIME Equity Awards 2022.
- Hon fekk eisini "American Classical Young Musician Award" 2022 í Washington D.C, vita tey í Vestmanna at siga.
Lagt verður aftrat, at tíðarritið Serra d’Or lýsti Lauru Farré Rozada nýliga sum "... eina av mest virðismettu framførarunum í sínum ættarliði - við tíggjutals heiðurslønum og viðurkenningum í fimm heimspørtum..."
- Kom og njót friðin og klavertónarnar í kirkjuni í kvøld, fríggjakvøldið klokkan 20, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.









