Spanskur miðil: H71 hevði nógv hægri støðið enn væntað

Blaðið La Voz de Galicia staðfestir, at Atletico Guardes vann ein harðvunnan sigur á H71

Mynd: La Voz de Galicia

Leikararnir og venjaratoymið hjá H71 iðra seg uttan iva um, at H71 brendi ov nógvar málmøguleikar og brotskøst í samlaða 57-62 Europa Cup ósigrinum fyri Atletico Guardes.

 

Men lokala blaðið í Galisia, La Voz de Galicia staðfestir í dystarfrásøgn, at H71 hevði eitt nógv hægri støðið enn væntað, og H71-kvinnurnar seldu seg dýrt. 

 

La Voz de Galicia skrivar, at tað var undrunarvert hvussu harða mótstøðu H71 gav Atletico Guardes frá fyrsta minutti, og tær á spanska liðnum máttu veruliga stríðast hart allan dystin fyri at knógva H71.

 

La Voz de Galicia dregur fram Janu Mittún sum eina stóra leikliga uppliving á vøllinum hetta vikuskiftið. La Voz de Galicia nevnir eisini, at tað stóð á gomlum nøglum hjá heimaliðnum, tá H71 kom á odda 24-23 og hevði møguleikan at økja til 25-23, men lukkutíð yvirlivdi heimaliðið hesa løtuna. 

 

Blaðið fegnast um, at Atletico Guardes megnaði at standa fyri trýstinum og skal nú spæla Europa Cup fjórðingsfinalur í februar. 

 

Mynd: La Voz de Galicia