- Hetta er ein ætlan, sum er bæði hjartaleys og høpisleys.
Tað sigur Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin ger nú greitt, at hann fer undir ongum umstøðum at taka undir við uppskotinum hjá Rósu Samuelsen um at niðurleggja yvir 30 pláss á sambýlum og ellis- og røktarheimum kring landið.
136 pláss
Hans Pauli Strøm staðfestir, at í løtuni eru fýra ellis- og røkarheim í gerð í løtuni kring landið. Í Vági skal eitt ellis-og røktarheim til 24 fólk takast í brúk næsta vár og somuleiðis skal eitt heim til 24 fólk í Vestmanna takast í brúk næsta heyst. Harafturat verður eitt heim bygt í Klaksvík til 24 fólk og tað verður liðugt í 2012. Og í Havn, har tørvurin er størstur, verður eitt heim bygt til 64 fólk og eisini tað verður liðugt í 2012.
Um gott tvey ár verða sostatt 136 búpláss til eldri klár at taka í nýtslu.
- Tað svarar akkurát til at nøkta tann bráðneyðuga tørvin. Men ketan leypir fullkomiliga av, tá ið vit við aðrari hondini skulu spara 33 búpláss burtur, samstundis sum vit við hinari hondini leggja politiska orki í at byggja eldraøkið út, sigur Hans Pauli Strøm.
Mánadagin avdúkaði Sosialurin, at fyri at spara pengar, hevur Rósa Samuelsen skotið upp at niðurleggja yvir 30 pláss ávísum sambýlum og ellis-og røktarheimum og at flyta búfólkið á tey fýra, nýggju ellis- og røktarheimini, sum nú verða bygd kring landið.
Síðani hevur Javnaðarflokkurin havt floksfund um ætlanina, har bæði løgtingslimir og landsstýrisfólkini vóru við.
Og Hans Pauli Strøm, framsøgumaður floksins í eldramálum, sigur, at niðurstøðan av fundinum er, at hetta fer Javnaðarflokkurin undir ongum umstøðum at góðtaka.
Hann sigur, at talan er um 33 pláss kring landið, sum landsstýriskvinnan í almannamálum hevur skotið upp at leggja niður.
Umframt tey 13 plássini, sum skulu niðurleggjast í Suðuroy, skulu eisini 13 pláss niðurleggjast í Eysturoy og restin í Vestmanna, og búfólkini flytast
Bráðneyðugur tørvur
Hans Pauli Strøm minnir á, at í mars í fjør legði Rósa Samulsen uppskot fyri Løgtingið um at hækka studningslánini til røktarheim og sambýli.
- Tað var eftir eini politiskari raðfesting hjá samgonguni, at tað varð gjørt. Og tá sigur landsstýriskvinnan beinleiðis, at ”tørvurin á búplássum er als ikki nøktaður, og sambært nýggjastu hagtølunum hjá Nærverki hava 132 bráfeingis tørv á búplássum”.
Framsøgumaður Javnaðarfloksins sigur, at hetta seinasta árið er støðan ikki batnað. Tvørtur ímóti ivast hann ikki í, at tørvurin er enn størri nú.
Hann minnir eisini á, at hetta var bara fyri at nøkta tann bráðneyðugi tørvurin og afturat honum kemur so tann tørvurin yvirhøvur.
- Nýggjasta uppskotið frá Rósu Samuelsen kunnu vit als ikki góðtaka, tí tað er stikk ímóti teimum politisku raðfestingum, samgongan annars er samd um.
- Hetta er burtur úr vón og viti og tað fer Rósa Samuelsen rætt og slætt ikki undirtøku fyri.
Skal byggja meir
Hann skilir væl sjónarmiðið um, at tað er ikki nútíðarhóskandi, at eldri fólk búgva í tveymanskømurum.
- Men so skal Rósa Samuelsen ikki loysa trupulleikan við at niðurleggja pláss. So skal hon loysa trupulleikan við at útvega fleiri pláss í teimum økjum, har umstøðurnar hjá teimum eldru ikki eru nøktandi.
- Ein politisk raðfesting hjá samgonguni skal ikki skúgvast til viks av tí at Rósa Samuelsen nú brádliga skal seta nakrar sparingar í verk, tí hetta er ein sparing, sum skal yvirhaldast.
Kann sova púra róligt
- Kirstin Strøm, borgarstjóri í Vági, kann sova púra róliga.
Tað staðfestir Hans Pauli Strøm, talsmaður Javnaðarfloksins í eldramálum.
Í Sosialinum mkudagin var Kirstin Strøm Bech so fortørnað inn á uppskotið um at niðurleggja 35 eldrapláss - harav 13 pláss skulu niðurleggjast í Suðuroy- at hon gjørdi púra greitt, at tekur Javnaðarflokkurin undir við hesum, fer hon av álvara at umhugsa at melda seg úr flokkinum.
Men Hans Pauli Strøm ger púra greitt, at borgarstjórin í Vági skal taka tað púra róligt, tí hetta kemur ikki upp á tal.
- Kirstin Strøm Bech hevur eisini fullkomiliga grein í sínum máli, tá ið hon følir seg lumpaða av hesum uppskotinum hjá Rósu Samuelsen, sigur
- Tær fýra kommunurnar í suðuroyar syðru helvt hava spent seg hart fyri fíggjarliga við stórari lántøku fyri at loysa ein bráðneyðugan tørv á eldraplássum.
Endamálið við hesi íløguni var at útvega 24 nýggj búpláss til eldri.
- Tí má tað ómøguligt henda, at grundarlagið verður tikið undan hesi íløguni í Vági, tí verður uppskotið hjá Rósu Samuelsen sett í verk, verða 13 pláss samstundis niðurløgd og sostatt fáa kommunurnar í suðuroyar syðru helvt bara 11 nýggj búpláss burturúr hesi stóri íløguni.
33 pláss sparast burtur
Nú fýra nýggj ellis- og røktarheim skulu byggjast, hevur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skotið upp, at niðurleggja 33 pláss á sambýlum og ellis- og røktarheimum kring landið. Í Suðuroy skal eitt samýli til fimm fólk niðurleggjast á Tvøroyri og harafturat skulu átta tveymanskømur á ellis- og røktarheiminum niðurleggjast og øll tey 13 fólkini skulu flytast suður á nýggja ellis- og røktarheimið, sum verður bygt í Vági.
Búfólkini á teimum stovnunum skulu síðani flytast á tey nýggju heimini, sum nú verða bygd. Sum vit greiddu frá í Sosialinum mánadagin, er talan um fólk, sum búgva í sambýlum, ið ikki verða mett at vera so væl egnað. Talan er eisini um fólk, ið búgva á tveymanskømurum á ellis- og røktarheimum, tí Rósa Samuelsen heldur, at nú á døgum er tað ikki mansømiligt at eldri tvey fólk, sum nki hava við hvørt annað at gera, skulu tvingast búgva tvey saman á einum kamari.
Rósa eigur at seta sessin í veð
Rósa Samuelsen hevur fingið ta játtan, hon hevur biðið um.
Tað staðfestir Hans Pauli Strøm talsmaður hjá Javnaðarflokkinum í eldramálum.
Rósa Samuelsen hevur annars sagt fyri Sosialinum, at samgongan hevur álagt henni ar spara 30 milliónir, men tað vísir Hans Pauli Strøm sostatt aftur.
Hann vísir sostatt eisini aftur, at tað er samgongan, sum hevur álagt Rósu Samuelsen at seta ávísar sparingar í verk á almannaøkinum.
- At hon síðani setir sparitiltøk í verk, er so ein raðfesting, sum hon hevur gjørt. Eins og hini landsstýrisfólkini, hevur Rósa Samuelsen sjálv ábyrgdina fyri tey uppskot, hon leggur fyri Løgtingið.
Og í summum førum hevur samgongan í tinginum tikið undir við tí og í øðrum førum ikki.
- Verður Rósa Samuelsen løgd undir trýst at seta sparingar í verk, hon ikki kann góðtaka, eigur hon at seta sítt starv sum landsstýriskvinna í veð og sýta fyri at seta tær í verk, sigur Hans Pauli Strøm.
- Eg finni meg ikki í, at landsstýriskvinnan javnan og savnan gevur allari samgonguni skyldini fyri tær sparingar, hon skjýtur upp, sigur talsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum.
Men nú hava tit sjálvi í Javnaðarflokkinum atkvøtt fyri fleiri av hesum uppskotunum, tí kallar asosial, eitt nú at avmarka stuðulin til heilivág og at avtaka stuðulin til dagtilhald fyri at nevna tvey dømi?
- Ja, og vit renna ikki undan ábyrgdini. Men tað var alla tíðina ætlanin, at sparitiltøkini skuldu verða ein partur í eini heild, men restin kemur bara ongantíð. Eitt nú hevur tað verið upp á tal at inntøkuregulera ymsar veitingar, men tað kemur ikki so nógv burtur úr.
Hans Pauli Strøm sigur, landsstýriskvinnan í almannamálum fær ikki undir tøku frá javnaðarflokkinum til slíkan asosialan politikk longur.
- Vit hava lært av tí, sum er hent og nú vilja vit síggja eina heildarloysn, sum byggir á reformar, heldur enn á sparingr burturav, tí tað byggir onki upp, sigur hann
Les eisini greinuna: Hans Paulu upphevjar seg sjálvan og greinina: Niðurbrótandi at frysta pensjónina