Sparikassin bakbundin

Um ynskið er at menna Elektron ella føroyskt telduvirksemið, so gerst tað ikki við at leggja hesar fyritøkur í kuvøsu. Tað sigur Sparikassin í viðmerking til nógv umrøddu Gjaldskipanina. Sparikassin kennir seg politiskt bakbundnan í málinum

Fyri føroyskar peningastovnar er tað ein fullkomiliga órímilig støða at vera í, um teir ikki sjálvir kunnu gera av, hvørjar skipanir teir vilja menna og nýta.
Soleiðis sigur Sparikassin, sum við einum brævi hevur givið Fíggjarnevndini og harvið løgtinginum sína greiðu støðu til kennar í málinum um nýggju Gjaldskipanina, GS, hjá Elektron og peningastovnunum.
Høgni Hoydal hevur boðað frá, at hann ætlar at herða kunngerðina um vernd av persónsupplýsingum, so Gjaldskipanin, sum longu nú virkar, verður steðgað.
Sparikassin førir fram, at um Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, ger álvara av sínari ætlan, so verður forðað fyri, at Sparikassin og hinir peningastovnarnir hava ein effektivan og kappingarføran rakstur.

Aðrar tíðir
Gjaldskipanin byggir á samstarv við PBS, sum føroysku peningastovnarnir eiga í.
Stríðið hevur verið prinsipielt. Spurningurin er, um tað skal vera loyvt Elektron og harvið peningastovnum at flyta persónsupplýsingar av landinum. Tað krevur Gjaldskipanin, sum skal avgreiða sjálvvirkandi flytingar fyri fólk.
Atlitini í málinum um Elektron eru eisini onnur. Tað hevur verið róð framundir, at óttin fyri Gjaldskipanini heldur snýr seg um at verja Elektron í eini roynd at fyribyrgja, at bankarnir flyta sítt edv-samstarv av landinum.
Hesin hugburður var kanska skiljandi í kreppuárunum, sigur Sparikassin, tí tá var føroyska samfelagið í svárari kreppu, men nú er tíð at hyggja frameftir.
Um forðað verður fyri samstarvi við fyritøkur uttan fyri Føroyar, so hongir tú ein mylnustein um hálsin á føroyskum fyritøkum og stovnum ? og harvið eisini føroyska samfelagnum. Málið um gjaldskipanina er eitt talandi dømi um hetta, fortelur Sparikassin okkara løgtingsmonnum.

Ongin kuvøsa
Roynt verður eisini at sissa løgtingsmenn, sum stúra fyri framtíðini hjá Elektron. Peningastovnarnir brúka Elektron á tamb og hava ongar ætlanir at gevast við tí, verður sagt, men tørvurin er so mikið stórur, at Gjaldskipanin hjá PBS má takast í nýtslu fyri at geva Elektron betri møguleikar at loysa aðrar átrokandi uppgávur.
Um ynskið er at menna Elektron ella føroyskt telduvirksemi, so gerst tað ikki við at leggja hesar fyritøku í kuvøsu. Allar royndir vísa, at tað bert førir til framleiðslu, ið ikki er kappingarfør. Menning fæst fyrst og fremst við at luttaka í kapping, sigur Sparikassin í sínari verjurøðu fyri Gjaldskipanini.

Frítt at fara
Hvussu er og ikki. Málið snýr seg um persónligar upplýsingar um fólk, og tað er eitt kensluborið evni.
Sparikassin ger vart við, at í hesum føri er ikki talan um at flyta, eymar kensluligar upplýsingar av landinum. Fluttar verða ikki navnaupplýsingar ella aðrar viðkvæmar upplýsingar um persónar, bara nakrar kotur, sum ongin kann brúka í sær sjálvum.
Sparikassin vísir á, at hann hevur stuðlað tí gongd, sum hevur verið at avtaka allar avlagandi reglur. Tí heldur Sparikassin, at peningastovnarnir afturfyri skulu fáa frítt spæl uttan politiska uppíblanding.
? Vit høvdu ikki væntað, at tá verjugarðurin úteftir varð tikin niður, skulu føroysku peningastovnar taka dystin upp við bakbundnum hondum. Í dag mugu vit staðfesta, at vit hava verri treytir í okkara egna landi, enn útlendsku kappingarneytar okkara, sum frítt kunnu virka í Føroyum, sigur Sparikassin í sínari viðmerking til málið um Gjaldskipan.
Ískoytið til kjakið var latið politikarum, tá Sparikassin gjørdi sínar viðmerkingar fyri fíggjarlógina fyri 2003.