At ókeypis tænastan hjá fólkaskúlanæmingum fellir burtur, kemur illa við fyri Stranda Skúla, sum hevur lagt seg eftir at gerast ein tøkniligur skúli.
Tað kom fram í dag, at royndarverkætlanin hjá Mentamálaráðnum við at veita øllum skúlaverkinum ókeypis atgongd til teldutøku orðabøkurnar hjá Sprotanum, steðgar frá 1. januar 2015.
Les eisini: Bjørn Kalsø harmast
Mentamálaráðið vísir til skúlalógina, sum ásetir, at kommurnar eiga at figgja ein part av skúlatilfarinum, og í hesum førinum er talan um júst tað. Tískil metir Mentamálaráðið, at kommunurnar eiga at fíggja tænastuna.
Sambært Mentamálaráðharranum, heva kommunurnar ikki verið sinnaðar at taka gjaldi á seg, og tískil er vandi fyri, at skipanin dettir burtur, uttanso, at kommunurnar sjálvar gera eina avtalu við Sprotan.
Harmiligt
Ein av fólkaskúlunum, sum brúkar Sprotan hvønn dag er Stranda Skúli, har tey hava lagt dent á at verða ein nútímans skúli við teldlum í skúlastovunum
- Her á Stranda Skúla, har er Sprotin nógv brúktur, tá ið tað nú er so lætt at koma framat. Hetta er ein tøkniligur skúli, og vit eru við í øllum royndum at dagføra skúlan. So tað er ógvuliga keðiligt, um hetta skuldi dottið niðurfyri, tá ið nú vit hava teldlar inni á skúlastovuni og aftur skulu í fysiskar orðabøkur, sigur Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri á Stranda Skúla.
Hann heldur eisini, at tænastan hjá Sprotanum er ein styrkur í at menna tað føroyska málið, og átti at verið ein almenn tænasta.
- Føroyska máli er nakað sum vit vilja hjúkla um, so hetta skuldi ikki bara vera ein tænasta til skúlarnar, men til hvønn íbúgva í Føroyum og aðrastaðni. Sjálvandi skuldu øll havt møguleika at brúka orðabøkurnar, sigur skúlastjórin á Stranda Skúla.
Hans Petur Jacobsen vísir á, at tey fara at vísa Sjóvar Kommunu á at tey vilja halda fast í Sprotanum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Hans Petur Jacobsen