Niels Petersen, ágrýtni útvarparin hjá TB-varpinum, hevur so smátt vunnið sær kultstatus millum fótbóltsáhugaðar føroyingar - og tað er kemst ikki av ongum.
Hittinorðaður og við eini innlivan, sum sigur spaðar fimm til alt, sigur hann frá øllum heimadystunum hjá liði sínum TB, umframt at hann eisini hevur sagt frá onkrum dysti á útivølli. Hetta fer alt fram umvegis heimasíðuna hjá TB, har tvørafólk lurta og annars eru eviga samd við øllum, Niels sigur frá. Alt kemur frá hjartanum og einki verður filtrerað, tá TB-varpið koyrir.
Hetta hevur havt við sær, at Niels hevur vunnið sær nógvar fjepparar kring landið, og á Facebook er bólkur stovnaður, sum ynskir Niels Petersen sum fastan frásøgumann í Kringvarpinum. Hesin bólkur telur omanfyri 200 limir.
Nú er TB og hini liðini í Effodeildini farin í summarfrí. Seinasta dystin fyri steðgin spældi TB á útivøll í móti B68, og vann sær eitt stig. Men tað stóð nógv á og ágrýtni frásøgumaðurin hjá TB var ikki heilt nøgdur við tað, sum fór fram á vøllinum allatíðina.
NIÐANFYRI ER BROT AV FRÁSØGNINI HJÁ NIELS PETERSEN Í TB-VARPINUM FARNA SUNNUDAG.