Spennandi

17 ára gamla Barbara Thomsen úr Havn er ein av 12 føroyskum ungdómum, sum í summar fer út í heimin við AFS. Í august mánaði gongur leiðin til USA, har hon skal búleikast í eitt ár

? Eg fekk svar fyri stuttum, har eg fekk at vita, at eg eri sloppin til USA. Orsøkin til, at eg havi valt at fara eitt ár burtur við AFS er, at mær dámar væl at ferðast, og eg haldi, at tað er sera spennandi at sleppa vekk her frá, sigur Barbara, sum í løtuni gongur í FHS í Havn.

Barbara er sjálvsagt ógvuliga spent at sleppa avstað, og sjálv heldur hon, at tað er sunt og gott at fara heimanifrá í eina tíð. Hon hevur eisini búð í Danmark í 12 ár.

? Fyri meg hevur tað altíð verið ein dreymur at sleppa yvir har. Tú veitst, Hollywood, og alt hatta, men tað er nú ikki tí eg valdi USA.

Unga havnargentan heldur, at ein búnast og mennist av, at fara til eitt annað land í eitt heilt ár.

? Tú ert jú púra einsamallur, hittir nógv nýggj fólk. Tað er jú eisini stórur munur á at búgva her í Føroyum og so USA. Tú lærir um fólk og mentan, og tað er ógvuliga spennandi, sigur Barbara.

AFS

Orsøkina til, at Barbara valdi, at fara við júst AFS, sigur hon vera, at aftaná, at hon hevði gjørt av at fara avstað, fór hon á alnetið at leita eftir felagsskapum, sum sendu ung fólk út í heimin.

? Tað var nógv at lesa um AFS á netinum, og tey hava sum tey einastu umboð í Føroyum, og tað haldi eg vera ógvuliga gott. Felagsskapurin virkaði eisini tryggur og óður, so eg helt, at tað passaði fínt.

Uppihaldið og ferðin kostar tilsamans 46.000 krónur. Tá er alt við uttan lummapengar.

? Øll mín barnauppsparing fer uppá hetta, og nú arbeiði eg eisini aftaná skúlatíð fyri at klára at gjalda. Foreldrini hjálpa sjálvandi eisini til.

Sjálvt um USA er í kríggi, so er Barbara ikki bangin fyri at fara. Tað kann jú eisini væl vera, at kríggið er liðugt áðrenn hon fer yvir.

? AFS sigur, at tey eru ikki ávirkað av hesum. Ongar ætlanir eru broyttar, og ongin, sum er í USA í løtuni er tikin heim. AFS hevur eisini ábyrgdina av okkum, og eg vænti ikki, at tey høvdu sent okkum avstað, um tað ikki var nóg trygt.

Í ár eru tað 12 ung úr Føroyum, sum fara út í heimin við AFS. Fimm av teimum fara til USA. AFS í Føroyum skipar fyri legum og øðrum bæði áðrenn og aftaná fyri at fyrireika tey ungu so væl sum møguligt áðrenn ta stóru og spennandi ferðina.