1. februar 2005 skifti Klaksvíkar Dampvaskarí bæði eigara og navn.
Nú eitur vaskaríið H. C. Vask, og nýggju eigararnir eru Joan og Hans Christian Øregaard i Klaksvík
Í samband við yvirtøkuna høvdu hjúnini Joan og Hans Christian Øregaard boðið til móttøku á vaskarínum, sum nú hevur skift navn til H. C. Vask.
Nýggju eigararnir taka uppgávuna sum eina spennandi avbjóðing við nógvum møguleikum - ikki minst tá ið undirsjóartunnilin um eitt ár verður liðugur. Vaskaríið hevur t.d. nógvar kundar í Eysturoynni og í Havn.
Klaksvíkar Damvaskarí er ein gomul fyritøka, ið varð stovnað í 1946 av Poul Juul Samuelsen og Møller Jensen.
Seinni varð vaskaríið yvirtikið av J. F. Kjølbro til umleið 1960, tá Oda og Ingolf Samuelsen tóku yvir. Eina tíð hevði Arne Solmunde reinsarí deildina.
Síðan 1993 hevur Dorius Frederiksberg átt og rikið Klaksvíkar Dampvaskarí.
Fyrstu tíðina fekk vaskaríið streym frá vatnverkinum norðuri á Strond, men teir høvdu eisini sítt egna elektrisitetverk við einum motori, sum var settur upp. So um trupulleikar vóru við streymforsýningini, kundu tey fáa streym frá sínum egna el-kraftverki.
H. C. Vask er bæði eitt dampvaskarí og kemiskt reinsarí.